Tað vakra og tað skitna á sama pall

Framúrskarandi góða konsertin við Holgar, Tórfríð og Niels Midjord, ið varð hildin í Tøting í oktober verður nú endurtikin í Klaksvík.

Í sambandi við Tunnilsdagin 7. desember verður ovara hædd av Club 700 karmur um eina framførslu, ið illa kann gerast annað enn heilt serstøk.

Eg var sjálvur til konsertina í Tøting, og hon var bæði rørandi og vøkur. Holgar og Tórfríð eru beauty and the beast innan vágatónleik og rigga væl saman. Hann við sínum skitna útrykki og framúrskarandi løgum og tekstum og hon við sínum vakra sangi.

Tey bergtóku okkum áskoðarar og góvu nýggjum og gomlum løgum hjá Holgari lív. Serliga tá Niels Midjord kom á pallin og sang kór riggaði væl.

Niels hevði við øðrum orðum nakað at liva upp til, tá hann fór á pallin og tað gjørdi hann sanniliga eisini. Tí konsertin við Niels var bæði innilig, serlig og forbiðið góð. Eins og Holgar er Niels Midjord fløguaktuellur við sínum Cohen tulkingum. So tað vóru Cohen løg, ið vóru dominerandi á konsertini.

Niels framførdi løg av fløguni við karisma og inniligheit og man kendi seg ríkaðan mentanarliga. Týðingarnar, ið Niels og Alexandur Kristiansen hava gjørt eru ein djørv verkætlan, tí at týða ein meistaraligan orðasmið sum Cohen er ikki lætt. Men sungnar av Niels Midjord fungera tær.

Hann endaði konsertina við løgum úr sínum egna lagaskatti, m.a.  Mín grái Fordur, sum Pætur Zachariasson filmaði við sínari telefon og legði á Youtube.

Dyrnar lata upp kl. 20 og sjálv konsertin byrjar kl. 21.