Tað var eingin vinnari í Gundadali

Javnleikurin í kvøld ber við sær, at víkingarnir aftur mistu í kappingini um europeisku plássini

Tað endaði 1-1, tá ið tað í kvøld í undirhaldandi uppgerð millum HB og Víking varð farið undir sætta umfar í bestu fótbóltsdeildini. Tríggjar minuttir undan steðginum lyfti Adrian Justinussen úr vinstru og fram í brotsteigin, har Áki D. Samuelsen hegnisliga tamdi bóltin uppum Inga Jonhardsson og lyfti so bóltin omanfyri Bárð á Reynatrøð og í málið.

 

So var 1-0 til HB, og tað var ikki so undarligt, at víkingarnir kendu seg vónbrotnar, tá ið teir fóru at hvíla seg. Teir høvdu víst fínan hugburð, og teir vunnu seg til risastóran møguleika, tá ið støðan framvegis var málleysur javnleikur, men teir raktu ikki bóltin.

 

Tíggju minuttir eftir steðgin javnaði Víkingur. Olaf Bárðarson legði við frísparki inn fyri úr vinstru, og mitt fyri málinum sneiddi Bergur Gregersen við høvdinum bóltin í málið. Nú hevur Bergur spælt 94 dystir í bestu deildini, og hetta var aðru ferð, at hann var málskjútti. Fyrsta málið skoraði hann 6. august í fjør, tá ið Víkingur vann 6-1 ímóti 07 Vestur.

 

1-1 er sama úrslitið, sum tað var fríggjakvøldið, áðrenn tað í steypadystinum varð farið undir longdu leiktíðina, og gongdin var tann sama. HB legði seg á odda í fyrra hálvleiki, og Víkingur javnaði 10 minuttir eftir steðgin.

 

Síðstu løtuna sást tað væl, at spælararnir vóru troyttir, nú tað er so stutt millum dystirnar.

 

-Vit vóru væl nøgdir við avrikið í fyrra hálvleiki, og vit roknaðu við, at tað fór at eydnast, um vit megnaðu at halda fram. Vit fegnast um, at Bergur var málskjútti. Tað er ein dygd, tá ið tað eru fleiri, sum skora, og vit vóna, at hann skjótt aftur fer at skora. Tá ið vit taka saman um, so eru vit nøgdir við hugburð og nógv av spælinum, men vit harmast um, at tað ikki eydnaðist at vinna øll stigini, segði hjálparvenjarin hjá Víkingi Ólavur Mikkelsen við Trónd Arge hjá Televarpinum.

 

HB venjarin Dalibor Savic harmaðist um, at tað ikki eydnaðist at vinna øll stigini:

 

-Vit royndu tíðliga í seinna hálvleiki at seta ómóðar menn á vøllin og skifta frá 4-4-2 og til 4-3-3, men tíverri eydnaðist tað ikki at skora sigursmálið, staðfesti HB venjarin.

 

 

 

HB – Víkingur 1-1 (1-0)

 

1-0: Áki D. Samuelsen

 

1-1: Bergur Gregersen

 

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Hanus Sørensen, Heðin Hansen, Bartal Wardum, Viljormur Davidsen – Áki D. Samuelsen, Dan í Soylu, Emil Berger, Adrian Justinussen – Mikkel Dahl, Mads Borchers

 

Venjari: Dalibor Savic

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Signar á Brúnni, Arnbjørn Svensson, Bergur Gregersen, Ingi Jonhardsson – Arnon Ellingsgaard, Géza Dávid Turi – Jákup Johansen, Sølvi  Vatnhamar, Olaf Bárðarson – Martin Klein Joensen

 

Venjari: Jóhan Petur Poulsen