Tað verður bítandi kalt í Finnmørkini

Kuldin í Finnmørkini kann koma heilt niður í 40 kuldastig í næstu viku.

 

Útlit eru til, at tað verður sera kalt í Norðurnoregi í næstu viku.

 

Tað verður klárt og gott veður, men bítandi kalt - ja, heilt niður í minus 40 stig. 

Veðurfrøðingar siga, at tað er kuldi úr Sibiria, sum rekur yvir Norðurnoreg.

- Tað verður bæði stjørnuklárt og útlit til, at norðlýsið fer at síggjast í Norðurnoregi.

Veðurfrøðingarnir siga á Tvitter í dag, at mesti kuldin verður á Finnmarkarleiðini.

 

##med2##

 

Reyði liturin á kortinum vísir, hvar Finnmørkin er.