Tað verður eingin trupulleiki

Skipini hjá Strandferðsluni verða ikki løgd tí tey ikki hava ráð til at keypa olju

Tað verður eingin trupulleiki at útvega Strandferðsluni eina eykajáttan til olju. Tað segði Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í tíðindunum á FM1 nú á miðdegi. Í gjár skrivaðu vit, at oljan er nú so dýr, at Strandferðslan er við at koma í neyð. Virkandi stjórin segði, at støðan er so hættislig, at antin fær Strandferðslan eina eykajáttan í heyst, ella verður eingin sigling.

 

Men Uni Rasmussen sigur, at tað skulu fólk ikki stúra fyri, tí sjálvsagt verða skipini hjá Strandferðsluni ikki løgd tí at tey ikki hava ráð til at keypa olju. Tí verður tað heldur eingin trupulleiki at útvega Strandferðsluni eina eykajáttan til at keypa olju fyri. Hann er vísur í, at tað verður politiskur meiriluti fyri tí.

 

Les meiri her: Antin fáa tey eykajáttan- ella verður eingin sigling