Tað verður eingin uppflyting hjá Chojniczanka á hesum sinni

Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Chojniczanka taptu uppflytingar-hálvfinaluna

Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Chojniczanka flyta ikki upp í næstbestu pólsku fótbóltsdeildini á hesum sinni.

 

Andrias spældi allan dystin, tá Chojniczanka á útivølli spældi uppflytingar-hálvfinalu móti Stalowa Wola.

 

Stalowa Wola vann dystin 2-1. Stalowa Wola legði seg á odda í 61. minutti, og teir øktu til 2-0 tveir minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. Tá liðini høvdu leikt fimm minuttir av eykatíð minkaði Damian Urban fyri Chojniczanka, men nærri komu Andrias og liðfelagarnir ikki.

 

Kappingarárið hjá Chojniczanka er sostatt liðugt, og seinastu uppgávurnar hjá Andriasi undan summarsteðginum vera dystirnar hjá føroyska landsliðnum í Baltic Cup móti Estlandi í Talinn 8. juni, og antin Litava ella Lettlandi 11. juni.