Tað verður helst Messi ella Lewandowski

HM 2022: Bæði Lionel Messi og Robert Lewandowski skoraðu í gjár, men báðir koma kanska ikki víðari

Tað er spenningur í bólki C, har Pólland og Argentina vunnu týðandi sigrar í gjár. Robert Lewandowski skoraði sítt fyrsta mál til eitt HM-endaspæl nakrantíð, meðan Lionel Messi heldur lív í vónini hjá Argentina við sínum áttanda máli í 21 dystum í HM-endaspølum. Sama sum Diego Maradona.

 

Pólland – Saudiarabia 2-0 (1-0)

 

1-0 P. Zielinski, 39

 

2-0 R. Lewandowski, 82

 

Pólland slapp við skrekkinum í hesum dystinum. Saudiarabia, sum vann á Argentina í fyrsta umfari, kundi eins væl vunnið hendan dystin. Serliga við støðuni 1-0 til Pólland stóð nógv á, tá Saudiarabia fekk brotsspark, men við tveimum framúr bjargingum helt málverjin, Wojciech Szczesny, Póllandi á odda.

 

Piotr Zielinski legði Pólland á odda í fyrra hálvleiki, eftir upplegg frá Robert Lewandowski. Sami Robert Lewandowski setti punktum fáar minuttir fyri tíð, tá hann fangaði ein bólt á brotsteigarmarkinum og umsetti til mál. Hansara fyrsta mál til eitt HM-endaspæl.

 

Saudiarabia vísti gott spæl og kann saman við Póllandi koma víðari. Pólland møtir Argentina, og vinnur Saudiarabia á Meksiko, so koma Pólland og Argentina ikki bæði víðari.

 

Argentina – Meksiko 2-0 (0-0)

 

1-0 Lionel Messi, 64

 

2-0 E. Fernandez, 87

 

Tað stóð nógv á Argentina, sum kundi blíva útsligið, um teir taptu. Tað var ikki nógv gott spæl at síggja, men so var gott atr Lionel Messi var á vøllinum. Hann fekk ein lítlan fermetur at venda sær í og smekkaði bóltin í málið, tá tjúgu minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki.

 

Meksiko sá ongantíð ordiliga út sum eitt lið, ið fór at venda dystinum. Fáar minuttir fyri tíð staðfesti Enzo Jeremias Fernandez sigurin fyri Argentina, tá hann krúllaði bóltin upp á handara málhorn.

 

Bólkur C:

 

1: Pólland 4

 

2: Argentina 3

 

3: Saudiarabia 3

 

4: Meksiko 1