Tað verður lítil trolfiskur í næstu viku

Ringa veðrið hevur gjørt, at lítil trolfiskur er væntandi í næstu viku, men okkurt partrolarapar kemur aftur av túri.

Í løtuni eru fýra partrolarapør til fiskiskap, og onkur pør koma inn at landa í næstu viku.

 

- Øll pørini fiska upsa og fáa eisini nakað av øðrum fiskasløgum. Skipini hava smáligan fiskiskap.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at onkur pør aftrat loysa, nú veðrið batnar.

 

Báðir djúpvatnstrolararnir liggja.

 

Tað gera allir teir smáu trolbátarnir eisini, men møguliga fer onkur avstað ein av næstu døgunum.

 

- Tvey garnaskip fiska svartkalva og hava brúkiligan fiskiskap. Eitt fiskar havtasku og hevur eisini brúkiligan fiskiskap.

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku.