Mánadagin fara kommunalu myndugleikarnir í Runavíkar at viðgerða spurningin, hvussu farast skal fram, eftir at Búgvin varð søktur nakað uttanfyri Skipanes Tað var hósdagin, at fráboðað varð, at útróðrarbáturin, Búgvin varð søktur uttanfyri Skipanes.
Hann skuldi til upphøggingar, men tá ið hann ikki fekk kaipláss á Skipanesi, varð hann førdur út á vágna og søktur.
Vit eru gjørd varug við, at Búgvin varð søktur og vit hava víst bæði kommununi og løgregluni á, at tað er greitt brot á havumhvørvislógina, sigur Johanna Olsen, leiðari á Umhvørvisstovuni.
- Vit hava samskiftið við løgregluna, men vit ganga útfrá, at Runavíkar Býráð eisini tekur málið upp, leggur hon afturat.
Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavík, sigur, at mánadagin fer hann at viðgera spurningin saman við havnarskrivstovuni í Runavík fyri at fáa greiði á, hvussu farast skal víðari fram.
Annars eru bæði havnarskrivstovan, løgreglan og Umhvørvisstovan inni í málinum.
Hann ásannar, at slíkt er rár hending og tí er hann ikki heilt greiður yvir, hvussu farast skal fram í slíkum máli, men tað taka tey støðu til mánadagin.
Hann sigur, at tey sóðu á sjónum, at nakað av olju var likið úr Búgvanum, men ikki nakað ógvusligt.