Taka frá teimum fátæku, geva til tey ríku!

Vit hava eina løgna politiska skipan.

Í løgtinginum sita rík fólk, sum samtykkja skattalógir. Hesar verða gjørdar soleiðis, at tað eru tey fátæku, sum gjalda tyngstu skattirnar, meðan tey ríku sleppa lagaligari.
Summi sleppa heilt undan at gjalda nakað sum helst.
Higartil hevur tað tó verið ein skattur, sum tey ríku ikki eru sloppin undan, og tað hevur verið sjúkrakassagjaldið, tí tað er lagt á øll uttan mun til inntøku.
Nú ið bløðini skriva um, at várt land fer um koll, sum Kári P. yrkti, verður skattalætti givin, tí nú verður sjúkrakassagjaldið avtikið.
Tey, sum nú sleppa undan, eru tey ríku, sum nú yvirhøvur ongan skatt koma at gjalda. Tey fátæku, tey sum frammanundan gjalda skattirnar, fáa nú lagt á sínar herðar at fíggja tann miss, sum tað almenna fær av at sleppa teimum ríku undan tí einasta skattinum, sum tey higartil hava goldið.