Felagið Trolbátar, sum umboðar skip í bólkinum 4-T, mælir til, at 110 tons-markið verður avtikið.
Tað hevur felagið skrivað til Løgtingið í sambandi við málið, sum er umrøtt í hinum báðum greinunum her á síðuni.
Felagið sigur, at sum støðan hevur verið, hevur bólkurin ikki havt møguleikan at tillaga seg undir galdandi treytir.
Tað kemst av, at nakrir bátar eru undir 110 tons og nakrir er yvir 110 tons og higartil hevur ikki borið til at flyta ella keypa dagar tvørtur um mark og tað heldur felagið Trolbátar er ein grundleggjandi forðing.
Felagið er av teirri áskoðan at verður 110 tons markið tikið av, verður bólkur 4-T javnsettur við aðrar bólkar, tá ið tosað verður um samanlegging innanhýsis í einum bólki og at hetta fer at geva bólkinum betri umstøður at laga seg til broyttar fortreytir.
Les eisini greinina “Jacob Vestergaard skuldsettur fyri svik” og greinina “Onki høpi í skuldsetingunum”