Take Off er bólkur við trimum føroyskum og tveimum føroyskum tónleikarum.
Føroysku tónleikararnir eru Hans Petur í Brekkunum, Charlie Simonsen og Ólavur Olsen. Teir spæla saman við tveimum donskum tónleikarum, Morten Vestergaard og Jønne Juul Nielsen, sum teir hittu í Århus fyri nøkrum árum síðani
Take Off spældi hóskvøldið í Club 20, og fríggjakvøldið og leygar-kvøldið spæla teir til dans á Platform.
Næsta vikuskiftið, tann 25-27. juli, fara teir aftur at spæla í Club 20 hóskvøld, og síðani í Kagganum um vikuskiftið.
Take Off spælir sangir hjá øðrum, millum annað hjá Cool & the Gang, Jam-es Brown, Stevie Wonder, Beatles og Thomas Helmig, og teir eru ofta úti og spæla í Danmark. Teir hava spælt einar 50 ferðir, síðani teir byrjaðu at spæla saman fyri meira enn einum ári síðani, og teir hava sera gott orð á sær.