Takk og lov fyri MUTE!

Vuvuselain er fyri sjónvarpsfótbólti, hvat Anna Faroe hevði verið fyri eini rappkonsert í Leikalund: frálík at hugt at, ein marra at lurta at

Agga Niclasen: meining@meyl.fo
------

Eg veit, tað hóskar seg ikki at vera eftirsnarur... men eg visti tað! Fyri einum ári síðani, tá ið ein minni landsliðskapping í fótbólti var, eisini í Suðurafrika, visti eg í tann mun, hvat fyri eitt sjónvarpsligt fenomen fór at strúka inn yvir landið næsta summar: MUTE-knøtturin!
So, um tú ikki longu veitst, hvat ein vuvusela er fyri nakað, hevur tú antin gjørt ein bin Laden, ella ert tú haldari av Televarpinum. Ein vuvusela er eitt langt, trompet-líknandi ljóðføri gjørt úr plasti, sum varð nýtt av viðhaldsfólki til Confederations Cup í Suðuramerika við tí endamáli at halda ein gang so ógvusligan, at sjálvt sjónvarpsfrásøgn skuldi vera ótolandi.

Vuvuselain ljóðar sum ein loftflotadeild av ninjavespum við einum vánaligum fartelefonstóna, og er fyri sjónvarpsfótbólti hvat Anna Faroe hevði verið fyri eini rappkonsert í Leikalund: frálík at hugt at, ein marra at lurta at.
Nøkur halda, at vuvuselain hevur røtur í einum ljóðføri tilhoyrandi eini fyrndargamlari afrikanskari stammu, sum brúkti hornið hjá eini atilopu, nevnt kudu, at kalla saman bygdarfólkið til týðandi fundir.
Nøkur halda tó, at vuvuselain stavar frá eini plastfabrikk í Kina. Sannleikin er óklárur.

Við bretska Sky Sports segði spanski miðvallaleikarin Xabi Alonso nakað soleiðis: “Vit eru vanir við sangir og fótbóltslig herróp, men ikki hetta ræðuliga hornblásaríið. Hornið køvir veruligt uppfinnsemi millum viðhaldsfólk og ger tað sera torført hjá leikarum at samskifta. Vuvuselain ørkymlar og ger apsalutt einki fyri atmosferuna.”
Fifa, ella Sepp Blatter, kendur fyri at hava 50 hugskot um dagin, harav 51 vánalig, men sum nú, aftaná Lampardsa “mál” endiliga sær út til at góðtaka videotøkni, stuðlar hinvegin hasum ljóðførinum frá helviti. Hann hevdar, at vuvuselain er avgerandi fyri “einum autentiskum suðurafrikanskum fótbóltsupplivilsi.”
Tað var annars ein tíð, herr Blatter, har eitt autentiskt enskt fótbóltsupplivilsi handlaði um at goyma seg fyri flakkandi harkaliðum fyri síðani at betala fyri at standa í eini trokandi mannamúgvu við einum nóg so góðum útsýni ímóti høvdinum hjá onkrum manni, meðan pissið frá onkrum øðrum dryppaði niður eftir baksíðuni á tínum brøkum. Eg minnist ikki Blatter stuðla hasum.
Fifa sigur seg vilja umhugsa støðuna til avlongu helvitini bert um tey verða misnýtt. Tað vil siga, brúkt sum vápn, hugsi eg, hesir fótbóltsins einræðisharrrar meina við.
Altso, nú plagi eg ikki vanliga at eggja til hooliganismu, ella harðskap yvirhøvur, men í hesum føri hevði eg so gleðiliga tikið slagið sjálvur vegna hasi á leið hálvu miljónuni, ið enn er í Suðurafrika í fótbóltsørindum, og eina miljard ella so sjónvarpshyggjarum. Afturat tí, ein vuvusela brúkt at sláa meg við er ein vuvusela minni at blása í.

“Tað er ikki upp til Fifa at hindra fólki at larma á fótbóltsvøllum”, segði Sepp Blatter... og enn eitt gullkorn frá fótbóltsins hægstráðandi: “Um tú fert í býin eitt leygarkvøld, tá er hetta ein nógv størri avbjóðing fyri hoyrnina”. Kortini, tað einasta, ið verður avbjóðað, Sepp, er mín førleiki at ignorera mentalu myndina av tær í einum disko.
“Eg havi altíð sagt, at tá ið vit fara til Suðurafrika, so er tað Afrika”, skoytti hann uppí. “Tað er larmut, energiskt, rútmiskt, tónleikur, dansur, trummur. Hetta er Afrika. Vit mugu tillaga okkum eitt sindur.”
Hetta tykist mær at vera eitt nokkso ógóðtakiligt brúk av eini populerari stereotypu. Afrikanarir—teir eru larmutir, og so dansa teir ordiliga nógv. Hvat hevði Blatter sagt, um vuvuselain gjørdist populer í Amerika? “Tað er rætt, sum tey siga, at amerikanarir eru heldur irriterandi, men hey, hetta er Amerika, og tey eru nøkur komplett neythøvd. Vit mugu tillaga okkum eitt sindur.”
Tey, ið eru ordiliga pro-vuvusela, harímillum fótbóltsglaðir kulturradikalistar—jú, hesir eru til—vísa á, at talan er um eina “tónlistarliga siðvenju”. Men, í álvara, og við allari virðing eisini, tí sjálvur dugi eg ikki at skyna mun á einum nóta og skóta, men eg havi so ikki dagað nógvan musikalitet í hasum tónleysa og monotona snorinum. Og, hvat siðvenju viðvíkur: hvat tá við onkrum veruliga afrikanskum tónleiki? Tað hevði faktiskt verið vælkomið.
Ikki tí, av sonumm átti tað at verið mannarøddin, sum skuldi avloyst hissini ljóðføri á suðurafrikanskum fótbóltsvøllum. Eg veit, tann alraminsta mutlanin frá einum materialistiskum og eyðrænandi vesturlendingi, serliga evropeara, um hvat afrikanarin átti at gjørt, og tú fært aftur í kolonialistiskum grælingsfjaðrum.
Men í stríðnum ímóti apartheid sungu afrikanarir. Og eginliga er tað so, og uttan at blíva Seppsliga eintáttaður, at tvørvegis landsins søgu hevur tað verið teirra óføra sangrødd, ið hevur andkveikt og alt fram kenslurnar, harav afrikanska mentan.
Suðurafrika er ikki teir fyrstu vertirnir at koma við onkrum til HM í fótbólti, sum restin av fótbóltsverðini ikki hóvar. Men tað var altíð minni sannlíkt, at ein alheimsligur sjónvarpsskari fór at øsa seg um høgguslokk-smakkandi peanuts til fótbótlsdyst, hvat japanar borðreiddu við í 2002—um hann so frægt sum, ja, beit merki í hann... hetta!

Soccer City Stadium, har finalan verður, er bygt so at skapa so nógvan gang sum gjørligt. Eg kann bert ímynda mær, hvat hasi 94.000 hjáverandi fara at uppliva, sum kappingin kemur í hæddina—og tað, forrestin, er ein massivt yviramplifiserað Muse-konsert, har tónleikurin, allur sum hann er, verður spældur á panfloytu.
“Tað fer at verða tað mest larmandi heimsmeistaraskapið nakrantíð”, skrøggaði sjefurin, Danny Jordaan. “Tey fara at koma við sínum vuvuselaum, og gangurin fer at verða fangaður innií hválvinum. Tað fer at verða framúrskarandi.” Vælsignaði, Danny, fanga hann, men syrg tá fyri at hava hann í varðhaldi, og lat ongantíð í lívinum, nakrantíð, hasa bløkuna út aftur.
Um nakað, tá vitnar nýtslan av vuvuselaini bert um ta ekstremu fótbólts-analfabetismu, sum enn er í landinum. Suðurafrikanskir fótbóltsfjepparir hava ikki tørv á eini ávísari grund, so sum eitt mál, eini hugfangandi løtu ella heiladeyðari dómaraavgerð, at tamba hasar kjálkarnar og blása. Teir bara blása víðari—sum um ein baksending til málmannin er líka feitt sum eitt saksaspark í mál—og á einum kollektivum ljóðstøði, sum hevði staðið seg ímóti motorunum á Al Goresa jumbojett anytime.
Nú eri eg nakað av einum anglomani, men sjálvt enskir fótbóltsfjepparir eru ikki perfektir. Eitt nú hava teir sín heilt egna tónlistarliga irritant—hornorkestrið, sum fratar eyðkennislagið til The Great Escape, oftani uttan íslit ein heilan dyst.

Kanska kann Suðurafrika læra frá hasi lammiterandi træklokkuni, ið nærum endaði sum eitt samheiti fyri enskan fótbólt eftir krígsárini á sama hátt sum vuvuselain fyri HM í Suðurafrika, men sum onglendingar dissaðu so skjótt sum teir funnu útav, hvussu forargilig hon var, og at ongin annar dámdi hana.
Men um ikki, og tú ikki finnur fjarstýringina, ella hevur ein MUTE-knøtt, ella onkur autentisk brugda heima við hús bara insisterar uppá at lurta við óljóðinum frá, tá skilji eg so óluksáliga væl, um tú hevur gjørt ein bin Laden... ella Ólavur Rasmussen, sum tey eisini kalla fyribrigdið (tá ið jú eingin fani enn veit, og so slettis ikki hvalbingar, hvar maðurin er).
So, jú, eg stuðli tær totalt í tínari roynd at goyma teg fyri hasum eintónandi hornblástrinum úr helviti.