Talið av smittaðum veksur í Nuuk

- Nú síggja vit, at farsóttin fer sum eitt illveður um heimin, men í Grønlandi er framvegis rímiliga friðarligt, sigur landslæknin í Grønlandi.

 

 

Tað eru nú tíggju fólk í Grønlandi, sum hava fingið staðfest korona-smittuna, covid-19, og aftur í dag, tá myndugleikarnir høvdu tíðindafund, øktist talið við einum. Av teimum tíggju smittaðu, eru tvey vorðin frísk aftur. Í Grønlandi hevur kavastormur elvt til, at nøkur svar eru seinkaði, tí flogferðslan er avlýst.

Úr Grønlandi verður sagt, at seinasti persónurin, sum er testaður positivur, er í familju við ein annan  persón í Nuuk, sum frammanundan hevur fingið korona-virus. Tískil meta tey í Grønlandi ikki, at hesin seinasti tilburðurin neyðturviliga er tekin um stóra smittuspjaðing í Nuuk.

Í dag, tá myndugleikarnir í Grønlandi høvdu tíðindafund, varð sagt, at tey høvdu fingið svar upp á 41 royndir, sum hava verið í Danmark til kanningar. 17 royndir eru eftir, sum enn ikki eru svaraðar, og tilsamans eru 344 fólk í Grønlandi nú kannaði fyri korona-smittu.

- Nú síggja vit av álvara, at farsóttin fer sum eitt illveður um heimin, men í Grønlandi er framvegis rímiliga friðarligt. Persónurin, sum vit í dag hava fingið boð um er smittaður, var frammanundan í sóttarhaldi, tí annar í familjuni, sum eisini er í sóttarhaldi, er staðfestur positivur, segði landslæknin.