Taliban: - Vit hava skrivað søgu

USA er burtur úr Afganistan eftir 20 árum. - Taliban hevur skrivað søgu, staðfestir ein av leiðarunum í Taliban.

 

 

 

- Vit hava skrivað søgu. 20 ára langa hersetingin av Afganistan við USA og Nato endaði í nátt, skrivar ein av leiðarunum í Taliban, Anas Haqqani, á Tvitter.

 

Og hann legði aftrat:

 

- Eg eri ógvuliga fegin um og errin av at kunna uppliva hesa søguligu løtu eftir 20 ára jihad, sum hann tók til.

 

Ein annar leiðari í Taliban, Zabihullah Mujahid, tók soleiðis til:

 

- Okkara land gjørdist frælst, tá seinastu amerikansku hermenninir fóru úr Afganistan.

 

Og sambært NTB legði Zabihullah Mujahid aftrat:

 

- Lovaður veri Allah!

 

##med2##

 

 

 

Zabihullah Mujahid, ein av leiðarunum í Taliban.