Talið á deyðføddum av covid-19 hækkar

Forkvinnan hjá burðarlæknum nevnir lága koppsetingartalið sum møguliga orsøk til, at fleiri børn eru deyðfødd

 

Talið av kvinnum, sum eiga deyðfødd børn eftir at verða smittað við koronu, er hækkandi. (Arkivfoto). - Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

##med2##

 

Seinasta hálva árið eru fleiri børn deyðfødd av covid-19 enn árið fyri.

Tað skrivar Ugeskftiet, sum danska læknafelagið gevur út.

Millum 1. juni og november eru 11 børn deyðfødd, har koronusmitta er orsøkin.

Í tíðarbilinum mars 2020 til mars 2021 vóru til samanberingar bara fýra børn deyðfødd av covid-19.

Tað vísa hagtøl frá burðarfrøðiligu deildunum í Danmark, sum Selskab for Obstetrik og Gynækologi hevur savnað.

Sambært Annemette Wildfang Lykkebo, sum er forkvinna í Dansk Selskab for Obstetrik og Gynækologi, er orsøkin til høga talið milum annað, at fleiri barnakonur hava havt covid-19.

– Tað er eitt hægri smittutrýst, og fleiri hava frammanundan smá børn, sum hava smittuna við heim.

– Vit hava eisini sæð, at covid-19 í øðrum londum hevur havt størri avleiðingar, eisini fyri barnakonur, men vit hava ikki sæð tað í Danmark. Fyrr enn nú.

– So tað sum vit síggja í Danmark, svarar væl til tað, sum tey hava sæð í Onglandi og USA, sigur Lykkebo við Ritzau.

Hon leggur dent á, at tær flestu barnakonurnar hava milda sjúkugongd við koronuvirus.

Sambært tøl frá danska Sundhedsstyrelsen eru tað bara 57 prosent av barnakonunum, sum eru koppsettar, skrivar Ugeskriftið. Til samanberingar eru 76 prosent av fólkinum liðugt koppsett, vísa tøl frá  Statens Serum Institut.

Annemette Wildfang Lykkebo sigur, at tað millum annað eru trupulleikar við andaleiðini, sum gevur trupulleikar.

– Verður tú sjúk og fært trupulleikar við at anda, so er vandi fyri at tú mást loysa mammuna og fáa barnið út. Tað kann vera, áðrenn barnið er liðugt ment.

– Harumframt kann koronuvirus geva broytingar í móðurkøkuni, og tað kann merkja, at hon ikki fungerar optimalt, greiðir hon frá.

Annemette Wildfang Lykkebo vónar, at barnakonur í størri mun lata seg koppseta.

– Tú fært eina mildari sjúkugongd, so áheitanin frá okkum er: Umhugsa tað av nýggjum. Tú gert bæði nakað gott fyri teg og ófødda barn títt við at verða koppsett.

Fyrsta árið, eftir at farsóttin kom til Danmarkar, vóru umleið 1900 smittaðar barnakonur. Av teimum høvdu 5,5 prosent tørv á at verða innlagdar vegna trupla sjúkugongd. Læknarinar halda, at tey fýra børnini, sum eru deyðfødd í tíðarskeiðinum, høvdu livað, um mamman ikki hevði havt covid-19.

Frá juni 2021 til november vóru umframt tey 11 deyðføddu 14, sum høvdu tørv á iltviðgerð, meðan sjey høvdu tørv á innlegging á intensiva deild. Tað stendur einki í greinini í Ugeskift, hvussu nógvar smittaðar barnakonur vóru hetta tíðarskeiðið.

Tað eru í serligan mun tey ikki-koppsettu, sum verða álvarsliga sjúk undir barnsburðinum, um tey verða smittað við covid-19.

Av teimum álvarsliga sjúku vóru tað bara 6,5 prosent, sum vóru koppsett, skrivar Ugeskriftið.

/ritzau/

 

 

Les alla greinina í Ugeskriftet her

 

 

Talið av kvinnum, sum eiga deyðfødd børn eftir at verða smittað við koronu, er hækkandi. (Arkivfoto). - Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix