Talið av saknaðum í vatnflóð í Texas er munandi minkað

Nógv av teimum, sum áður vóru meldað saknað, eru staðfest trygg, siga myndugleikarnir.

Bjargingararbeiði við ánna Guadalupe 14. juli í Texas. - Mynd: Brandon Bell/Ritzau Scanpix

Talið av fólkum, sum framvegis verður hildið at vera saknað av vatnflóð í Texas fyrr í hesum mánaðinum, er minkað munandi úr fleiri enn 160 til 3 fólk,Kerr County í Texas, siga myndugleikarnir í eini fráboðan.

Í fráboðanini stendur, at eftir drúgvt eftirfylgjandi arbeiði millum stats- og lokalar myndugleikar, eru nógv av teimum, sum upprunaliga vóru meldað saknað, staðfest trygg.

- Vit eru djúpt takksom fyri tey fleiri enn 1.000 lokalu, statsligu og samveldisligu embætisfólkini, sum hava arbeitt ótroyttiliga í kjalarvørrinum av oyðileggjandi vatnflóðini, sum rakti okkara samfelag, sigur býarstjórin í Kerrville, Dalton Rice, í eini fráboðan.

- Takkað verið teirra óvanliga átøkum er talið av fólkum, sum áður vóru skrásett sum saknað, minkað úr meira enn 160 niður í 3.

Nógv regn elvdi til vatnflóð í Texas fyrst í juli.

Regnið fekk ánna Guadalupe at renna yvir áarbakkarnar í amerikanska statinum.

Í minsta lagi 153 fólk doyðu í vatnflóðini, harav fleiri enn 36 børn.

Í Kerr County, sum varð harðast rakt av flóðalduni, vórðu líkini av 94 fólkum funnin.

Millum tey 94 eru í minsta lagi 27 gentur og leguleiðarar frá summarlegu, sum eitur Camp Mystic, hevur Greg Abbott, guvernørur í Texas, áður sagt sambært tíðindastovuni AFP.

Síðani kom fram, at myndugleikarnir í Kerr County - harðast rakta økinum í statinum - leingi hava tosað um at fáa nýggjar flóðávaringarskipanir.

Sambært New York Times vóru ongar sirenur ella ávaring, tá flóðaldan rakti.

Í staðin komu ávaringarnar sum sms-boð, har telefonsamband loyvdi.

Tom Moser, sum var kommisserur í Kerr County fram til 2021, sigur við New York Times, at ein nýggj ávaringsskipan kundi havt ávirkan.

Hon varð seinast umrødd í 2017, men uppskotið um nýggja ávaringarskipan varð vrakað, tí tað var ov kostnaðarmikið.

 

/Ritzau/

 

 

 

Bjargingararbeiði við ánna Guadalupe 14. juli í Texas. - Mynd: Brandon Bell/Ritzau Scanpix