Talv: Føroyar møta Argentina

Argentina er søguliga sterk talvtjóð. Í nógv ár lógu teir framvið at vinna heiðursmerki á OL, og nakrar ferðir í 50-unum endaði Argentina nummar trý á talv-OL. Tá ráddu menn sum Najdorf, Panno, Bolbochan og aðrir fyri talvborgum í Argentina, skrivar Talvsambandið

Føroyska landsliðið á sightseing á fornum tempulleiðum í Chennai á einasta frídegnum á talvolympiaduni í gjár. F.v.: Helgi Dam Ziska, Luitjen Akselsson Apol, Ingolf Gaard, liðleiðari, John Rødgaard, Høgni Egilstoft Nielsen og Rógvi Egilstoft

Argentina er søguliga sterk talvtjóð. Í nógv ár lógu teir framvið at vinna heiðursmerki á OL, og nakrar ferðir í 50-unum endaði Argentina nummar trý á talv-OL. Tá ráddu menn sum Najdorf, Panno, Bolbochan og aðrir fyri talvborgum í Argentina, skrivar Talvsambandið.

 

Argentina hevur tvær ferðir hýst talvolympiaduni. Fyrru ferð í 1939. Liðini í Evropa høvdu tá einar tvær vikur um longu ferðina við skipi vestur um hav. Mitt undir kappingini brast seinni heimsbardagi á. Fleiri telvarar vóru verandi í Argentina til kríggið var av. Aðrir løgdu á vandasjógv fyri at sleppa heim. Ein, sum var eftir, var jødiski póllendingurin Najdorf. Tá kríggið var av, frætti hann, at konan, dóttirin og bæði foreldrini vórðu myrd. Najdorf gjørdist nú argentinskur ríkisborgari, og landsins fremsti telvari í ein mansaldur.

 

Í 1978 hýsti Argentina talvolympiaduni á øðrum sinni. Telvað var á Estadio Monumental í Buenos Aires, har Argentina stutt frammanundan hevði vunnið heimsmeistaraheitið í fótbólti á fyrsta sinni. Illa lýdda hernaðarstýrið ráddi tá fyri borgum í Argentina, og í bygninginum beint yvir av leikstaðnum vórðu fleiri av politisku andstøðingunum settir fastir. Millum leikirnar á Estadio Monumental hoyrdust viðhvørt í kvirruni skotríðir frá hermonnum, sum høvdu skotvenjingar yvirav.

 

Argentina hevur fimm stórmeistarar á liðnum í Chennai. Miðalstyrkitalið er 2558. Argentina hevur vunnið tríggjar dystir - allar 4-0 - móti grannalandinum Kolumbia var javnt 2-2, og dystirnir, sum teir hava tapt, hava verið móti Aserbadsjan, ið er styrkismett nummar seks í kappingini, og Ukraina, sum fyrr hevur vunnið talv-OL, og sum er við, tó at Russland hevur gjørt innrás í landinum.

 

Mundu fingið Carlsen

 

Tað var annars um hár gjørt, at Føroyar møttu Norra heldur enn Argentina í dag. Norra fekk í staðin Norðurmakedonia, sum er beint undir liðini á okkum eftir sætta umfar.  Tað hevði annars verið stuttligt at sæð okkara stórmeistara roynt seg móti heimsmeistaranum Magnusi Carlsen.

 

Føroyingar fingu annars høvi at heilsa uppá Magnus Carlsen fyrrakvøldið, tá veitsla var fyri telvarunum í Chennai. Høgni Egilstoft Nielsen var komin í prát við norska heimsmeistaran, og tað vísti seg, at Magnus visti heilt fitt um føroyskar telvarar. Og tað kemur kanska ikki av ongum. Tí ein føroyskur telvari hevur tvær ferðir vunnið á Carlsen.

 

John Arni Nilssen telvaði í 2011 tvær ferðir móti tá einans 10 ára gamla Magnusi, fyrst í Gausdal í januar 2011, og so aftur í norðurlandameistarakappingini í august sama ár, og báðar ferðir vann John Arni. Hóast Magnus var eitt av talvsins undurbørnum, var hann sum tíggju ára gamal tó ikki mentur at standa einum altjóða meistara kurl.

 

Alt suðuramerika

 

Talið á dystum og røðin av londum, sum Føroyar hava møtt í landsdystum á talvolympiadum síðani 1970, smæðist ikki burtur. Og nú vit í dag á fyrsta sinni møta Argentina, kann staðfestast, at Føroyar hava telvað móti øllum tólv londunum í Suðuramerika á talvolympiadum. Tey bæði størstu og sterkastu londini hava verið eftir í nøkur ár, men á seinastu OL-leikunum á Georgia í 2018 møttu vit Brasil.

 

Vit taptu 3-1 móti sterka liðnum úr fólkaríka landinum, men á 1. borði gjørdi Helgi Dam Ziska tað bragd at vinna á GM Rafael Leitao (2620) í stórum stíli - uttan iva eitt av bestu talvunum hjá okkara stórmeistara á OL. Summum suðuramerikanskum londum hava vit møtt fleiri ferðir, øðrum bara eina ferð. Her er yvirlitið:

 

Kolumbia

 

1992 Føroyar-Kolumbia 1-3

 

2002 Føroyar-Kolumbia ½-3½

 

2004 Føroyar-Kolumbia 1-3

 

2006 Føroyar-Kolumbia ½-3½

 

2008 Føroyar-Kolumbia ½-3½

 

Ekvador

 

1982 Føroyar-Ekvador 3½-½

 

1982 Føroyar-Ekvador 3½-½

 

1994 Føroyar-Ekvador 2-2

 

2010 Føroyar-Ekvador 2½-1½

 

Paraguay

 

1980 Føroyar-Paraguay ½-3½

 

1984 Føroyar-Paraguay 2-2

 

1996 Føroyar-Paraguay 2-2

 

2006 Føroyar-Paraguay 2-2

 

Uruguay

 

1974 Føroyar-Uruguay 2-2

 

1978 Føroyar-Uruguay 2-2

 

2006 Føroyar-Uruguay 2½-1½

 

Bolivia

 

2006 Føroyar-Bolivia 3-1

 

2008 Føroyar-Bolivia 2½-1½

 

2016 Føroyar-Bolivia 1½-2½

 

Chile

 

1992 Føroyar-Chile 1½-2½

 

1998 Føroyar-Chile ½-3½

 

Peru

 

1970 Føroyar-Peru 0-4

 

1978 Føroyar-Peru ½-3½

 

Guyana

 

1978 Føroyar-Guyana 3½-½

 

Surinam

 

1982 Føroyar-Surinam 2-2

 

Venesuela

 

1994 Føroyar-Venesuela 2-2

 

Brasil

 

2018 Føroyar-Brasil 1-3

 

Dystirnir í dag byrjaðu klokkan hálvgum ellivu fyrrapartin.

 

Toppdysturin stendur millum Armenia og USA. Sum væntandi var, er armenin Levon Aronian ikki við á amerikanska liðnum í dag. Hann hevur nýliga skift sín armenska talvtjóðskap um við tann amerikanska. Nýggja stjórnin í Armenia hevur sum skilst tikið nakrar av sømdunum, sum telvarar hava átt, frá teimum, og tað fekk hann at rýma.

 

Amerikanska talvsambandið og hin talvfúsi billiarderurin Rex Sinquefield lokkaðu Aronian í sín part. Aronian hevur verið stóra talvhetjan í Armenia, sum hevur vunnið talv-OL fleiri ferðir seinnu árini við Aronian sum oddamanni.

 

Leinki til dystirnar í dag sæst á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.

 

Føroyska landsliðið á sightseing á fornum tempulleiðum í Chennai á einasta frídegnum á talvolympiaduni í gjár. F.v.: Helgi Dam Ziska, Luitjen Akselsson Apol, Ingolf Gaard, liðleiðari, John Rødgaard, Høgni Egilstoft Nielsen og Rógvi Egilstoft