Føroyska talvlandsliðið fer í døgunum 14-31. oktobur til sponsku feriuoyggjuna Mallorka, har talvolympiadan í ár verður hildin. Eitt rættiliga populistiskt val av spælistaði, um samanborið verður við t.d. OL í 1996, sum varð leikt í Jerevan, Armenia. Støðan var tá spent í Armenia og fleiri lond valdu tá at ikki taka lut. Føroyingar ræddust tó ikki eld og møttu upp, hóast risastór tanks og aðrir hernaðarligir lutir til tíðir kringsettu høvuðsstaðin og spælistaðið.
Seks mans manna landsliðið, tvs. fýra fyrstvaldir og síðani tveir eykamenn. Talvsambandið hevur úttikið liðið. Kappingin fevnir um trettan umfør og tí er skilagott at hava eykamenn at taka nøkur tøk, tá menn verða møddir o.a.
Longu innan úttøkuna 12. august, var greitt, at Heini Olsen og Flóvin Tór Næs ikki høvdu stundir í heyst. Hinir á útvalda liðnum vórðu: John Arni Nilssen, Martin Poulsen, Hans Kristian Simonsen og Olaf Berg. John Rødgaard og Eyðun Nolsøe komu síðani á liðið fyri Heina og Flóvin.
Í seinastu viku gav okkara sterkasta vápn, John Arni Nilssen, avboð. Talvsambandi heitti á greinaskrivaran, sum játtaði fegin og takkaði fyri álitið.
Endaliga OL ? liðið 2004:
1Martin Poulsen(2292)20 ár
2Hans Kristian Simonsen(2270)20 ár
3Olaf Berg(2257)17 ár
4IM John Rødgaard(2269)49 ár
5Eyðun Nolsøe(2233)38 ár
6Carl Eli N. Samuelsen(2213)25 ár
Tað er ein dyggur stoytur, at okkara fremstu tríggir telvarar hava givið avboð. Liðið tykist rættiliga javntsterkt og ikki minst ungt: 1-3. borð er metungt og spennandi verður at síggja hvussu teir fara at klára uppgávuna móti væl sterkari mótstøðu og tittultelvarum. Í øllum førum hevur Martin Poulsen fleiri spennandi avbjóðingar fyri framan á fyrsta borði.
Komandi vikurnar verður frætt meira um OL-fyrireikingar, mál og vónir.
3rd Klaksvík International
Triðja árið á rað skipar Rani Nolsøe, í samstarv við danan Mogens Nielsen, fyri altjóða talvkapping í norðoyggjum. Í ár verður telvað í býráðssalinum í Klaksvík. Ikki var nógv at hoyra um kappingina innan startskotið, men tað hevði sínar orsøkir. Rani fekk nevnliga í seinastu løtu fíggjarliga partin at hanga saman og kappingin kundi tí fara av bakkastokki leygardagin.
Í skrivandi løtu eru trý umfør leikt. Luttakararnir eru: IM Emil Hermansson, IM Jens Ove Fries Nielsen, IM Sævar Bjarnason, Heini Olsen, Martin Poulsen og Ólavur Simonsen. Telvað verður dupultumfar, tíggju umfør í alt.
Martin er saman við Hermansson á odda við tveimum stigum. Heini, Ólavur og Jens Ove hava hálvtannað stig og aftastur er Sævar við hálvum stigi.
Sanniliga ein góð føroysk byrjan. Kravið til ein IM-norm er 6,5 stig av 10 møguligum. Als ikki ógjørligt. Martin vann eitt gott talv móti dananum Jens Ove sunnudagin og tendensurin tykist góður hjá føroyameistaranum og komandi fyrsta borð í OL. Heini og Ólavur hanga somuleiðis væl í.
Í komandi talvgrein verður gjørt meira burturúr kappingini. Fylgið við kappingini á nýggju heimasíðuni hjá Klaksvíkar Talvfelag, sum Ólavur Simonsen hevur gjørt og stendur fyri: www.ktfchess.com
Talvið hesa vikuna
Martin Poulsen (2319 elo) ? Jens Ove Fries Nielsen (2398 elo)
3rd Klaksvík International (3. umfar), 28.08.2004
1.Rif3 d5 2.c4 dxc4 3.e3 Rif6 4.Bxc4 a6 5.a4 Ric6 6.d4 Bg4 (Ikki ein so mangan leiktur variantur í móttikið dronningagambit) 7.Be2 e6 8.0?0 Bd6 9.Ric3 0?0 10.h3 Bh5 11.Kh1 Rid5 12.Bd2 Ridb4 13.Rie4! (Riddarin sleppur væl við í leikin) 13...Be7 14.Rig3 Bg6 15.Bc3 Rid5 16.Fd2 Bd6 17.Rie5 (Martin risikerar eitt vet við hesum leiki, sum splittar finnustøðuna) 17...Bxe5 18.dxe5 Fg5 19.Bf3 Rad8 20.Bxd5 Rxd5 21.Fe1 Bd3 22.f4 Fh4 23.Rf3 Rfd8 24.Ff2 Bc4
Støðumynd aftaná 24...Bc4
25.f5! exf5?? (Neyðugt var at leika t.d. Bb3, Bd3 ella Fh6) 26.Rf4 Rd1+ 27.Rxd1 Rxd1+ 28.Kh2 Fd8 29.Rxc4 Fd5 30.Rf4 1?0