Talv
Tá 41 ára gamli aldursforsetin í Linares Garry Kasparov leikti javnt móti Anand í næstseinasta umfari varð greitt, at ratingfavoritturin vann Linares fyri níggjundi ferð síðani 1990, tá hann fyrstu ferð tók lut í Linares.
Veselin Topalov hevði tó møguleikan at heinta seg inn á Kasparov um hann vann síni seinastu tvey talv, men reglurnar í Linares eru soleiðis settar saman viðvíkjandi javnstøðu, at tann telvarin sum vinnur flest talv við svørtum, verður kosin vinnari. Og Kasparov hevði undan seinasta umfari longu vunnið tríggjar ferðir við svørtum.
Undan talvinum móti Anand, hevði Kasparov niðurspælt Adams, sum hevði havt eina keðiliga kapping. Bretin kom tó sterkt aftur við at vinna á Anand í seinasta umfarinum.
Kasparov vísti format í Linares. Hann fekk 5,5 stig av 6 møguligum móti trimum teimum lægst rataðu, meðan tað hinvegin gekk heldur striltið móti Anand, Leko og Topalov. Alt í alt telvaði Kasparov betur enn sítt ratingtal og eigur tí at kenna seg nøgdan.
Topalov hevði eina framúrskarandi kapping og vann síni seinastu trý talv, millum annað ímóti Kasparov í seinasta umfari, sum gav Topalov eitt sera flott deilt fyrsta pláss í heimsins sterkastu kapping.
Linares endaligt:
Kasparov (2804)8,0
Topalov(2757)8,0
Anand(2786)6,5
Leko(2749)6,0
Adams(2741)5,5
Vallejo(2686)4,0
Kasimdzhanov(2678)4,0
Innan Linares hevði Kasparov avgjørt, at hetta fór at verða hansara seinasta talvkapping sum yrkistelvari. Síðani januar hava onkrar hissini leysasøgur snúð seg um Kasparov og hansara egnu framtíð, millum annað at hann møguliga fór at gevast. Men kortini komu tíðindini sum ein bumba fyri talvheimin tá hann sama kvøld sum Linares endaði, trein fram á pallin og fortaldi heiminum um avgerð sína.
Í januar trekti Kasparov seg frá komandi HM-ætlanini. Í 2003 var ætlanin tann, at Kasparov skuldi møta táverandi FIDE-heimsmeistaran Ponomariov í einari sokallari hálvfinalu, meðan Kramnik og Leko skuldi møtast í hinari. Trupulleikarnir skúmaðu tó upp beinanvegin. Alt ov nógvar seinkingar og ein trekur Ponomariov viðførdi, at dysturin varð avlýstur.
Tá hin relativt ókendi Kasimdzhanov óvæntað vann FIDE-HM í fjør, vórðu glottar at hóma. Kasim játtaði at skula dystast móti Kasparov í januar og í heyst varð ein ?hálvfinala? avgreitt, tá Kramnik endurvann HM við 7-7 úrslitinum móti Leko. Men tá eisini Kasparov-Kasim dysturin fór fyri skjeytið, orsakað av FIDE og forsetin Kirsan enn einaferð hevði dummað seg, valdi Kasparov fullkomiliga at trekkja seg frá øllum hurlivasinum.
Sjálvur sigur Kasparov, at høvuðsorsøkin til at hann nú gevst, er tann, at hann ikki sær nakran møguleika at endurvinna HM við FIDE við róðrið. Kasparov hevur altíð sett sær stór mál, og tá hann jú hevur vunnið alt sum vinnast kann, er skjótt at ein tømist fyri ambitiónum. Einans HM-krúnan hevur nakað at siga fyri hann og tá hesin møguleikin endaliga brast í januar, varð einki eftir at vinna.
Kasparov er ein maður við mongum áhugamálum og fær ov mikið at takast við eftir karrieru-skiftið. Eitt nú hevur hann saman við øðrum sum mál at koppa russiska forsetan Vladimir Putin við næsta val í 2008. Kasparov skýr Putin stutt sagt at vera ein kensluleysan einaráðisharra.
Eisini hevur mæti russarin seinnu árini skrivað eina bókarøð, sum snýr seg um allar heimsmeistararnar og aðrar sterkar telvarar síðani 19. øld. Enn er røðin ikki liðug, tann fimta í røðini, sum telur seks bøkur, fer at snúgva seg serliga um Karpov, Korchnoi og seg sjálvan.
Aðrar bókaútgávur frá honum eru somuleiðis á veg, samstundis sum hann heldur fram at vera ein ambassadørur fyri talv kring heimin. Tað merktu vit í Føroyum tá hann vitjaði í juni 2001. Kasparov brennur somuleiðis fyri at fáa talv í fólkaskúlar, eins og íslendarar við góðum royndum hava havt í longri tíð.
Succes omaná succes
Kasparov hevur havt eina 30 ára langa og sera succesríka karrieru. Tjúgu ár á rað - síðani januar 1985 - hevur hann verið verið ovastur á ratinglistanum. Í løtuni hevur Kasparov 2804, men hann vinnur okkurt um 5 ratingstig fyri sigurin í Linares. Í januar 2000 toppaði Kasparov persónliga við sínum methøga ratingtali 2851.
Frá 1985-2000 var Kasparov heimsmeistari. Serliga vaktu HM-dystirnir móti Anatoly Karpov í 80´unum og 1990 ans um allan heimin. Í 1993 og 1995 vann hann trygt HM-heitið ímóti ávíkavist Nigel Short og Viswanathan Anand, innan hann í 2000 mátti lata HM-krúnuna til landsmannin Vladimir Kramnik.
Hóast tapið móti Kramnik varð ein dyggur smeitur, helt Kasparov fram við telving í serklassa og vann alt sum hann nam við árini eftir. Árið 2003 og meginpartin av 2004 vórðu tó ikki talvliga nøkur succes fyri hann, men sigrarnir í russiska meistaraskapinum í fjørheyst og nú í Linares eru prógv um, at enn eitur heimsins sterkasti telvari Garry Kasparov.
Eisini minnast vit mongu talvdystirnir móti teldurforritum sum Deep Blue (sum hann vann á í 1996, men tapti ímóti í 1997), Deep Junior og Deep Fritz.
Kasparov segði á tíðindafundinum eftir Linares, at hann allarhelst fer at telva kvikkappingar av og á eins og hann fer at halda fram við simultantelving o.ø. Men skulu vit trúgva honum, hevur hann telva sítt seinasta seriøsa nærtalv. Eitt øgiligt tómrúm merkist við tað sama.