Tann gloymdi skúlagarðurin

Nú er várið endiliga komið, lýkka er í luftini, flytifuglurin er komin og vit gleðast øll um at síggja smálomb renna runt og stuttleika sær á bønum. Hetta er ein góð mynd av tí føroyska várinum og við urtagørðum, ið aftur vakna við nýggjum spírum á runnum og trøum og við sprettandi várblómum kunnu vit glaðast og njóta várið og lívið.

Hesa ársins tíð er eisini vanligt at síggja skúlanæmingar í øllum aldri stuttleika sær uttanfyri í skúlagørðum, at hoyra tey spæla bólt, renna og tuska, reiggja ella klintra í kropsliga krevjandi forðabanum – alt hetta, tí tað natúrliga liggur í børnum at spæla og karmarnar eru gjørdar soleiðis, at tað skal verða innbjóðandi og hugaligt hjá børnum at fara út í skúlagarðin.

 

Men soleiðis er tað tíverri ikki fyri øll okkara børn í Føroyum! Á Frælsinum í Havn liggur skúlin á Trøðni, ein serskúli, har 53 næmingar í aldrinum 7 til 18 ár ganga. Serskúlin er fyri børn úr øllum Føroyum við serligum tørvi og flestu næmingarnar hava eisini kropsligar avbjóðingar.

 

Um søguna hjá skúlanum, stendur millum annað:

 

(...) og í 1976 stóð nýggjur og snotuligur Spesialskúli liðugur at taka í nýtslu á Frælsinum (...) Skúlabygningurin er sera væl skikkaður til skúlatørvin. Hann er bygdur upp í lonir, soleiðis at næmingar, ið hóska saman, kunnu vera saman í bólki. Mitt í skúlanum er ein høll, har næmingarnir kunnu savnast, og har kunnu stór tiltøk haldast. Fram við miðhøllini lógu upprunaliga fakhølini: smíð, evning og handarbeiði. Við rørsluhøllini og venjingarhylinum, lyftum og góðum toilettviðurskiftum, er skúlin sera væl egnaður sum serskúli. (...)

 

Um vit fara aftur til ár 1976, so hevur skúlin allarhelst verið innbjóðandi og hugaligur bæði innan og uttan. Kanska serliga innan sum lýsingin omanfyri fortelur, tí í dag síggja vit hesar lonir, rørsluhøllina, venjingarhylin og alt hitt tó við nógvum sliti og í dag við manglandi fermetrum. Men hóast skúlin átti at verið dagførdur, so eru karmarnar har og við einum sera góðum starvsfólkahópi, verða børnini á skúlanum møtt soleiðis, sum tey skulu.

 

Søgan er tó ein onnur, um vit flyta okkum út í skúlagarðin! Í skúlagarðinum er asfalt, sera nógv asfalt og nógvir kantar at detta um, sum ikki er innbjóðandi og hugaligt hjá børnunum at fara út at spæla á. Har eru ongar reiggjur ella kropsliga krevjandi forðabanar, ei heldur nakar ordiligur bani til bóltspæl.

 

Runt um skúlan og innímillum lonirnar eru góðir møguleikar fyri at gera hetta betur og um hugsað verður um tørvin hjá børnunum, har tey allarflestu hava kropsligar avbjóðingar og summi í koyristóli, so er tað enn meira syrgiligt at tað politiskt ikki verður hugsað meira um uttanduraøkið á skúlanum á Trøðni. Skúlin er á fíggjarlógini og tá tíðindi fyri stuttum vóru um, at tað almenna skal spara, so kann eg ikki annað enn siga, at á hesum øki hevur verið spart alt ov leingi. Tað er sera harmiligt og sigur mær bara um tær politisku raðfestingarnar, sum eru fyri børnum við serligum tørvi.

 

 

 

Sára Gullfoss