»Tann ósjónligi fílurin«

Rúsdrekka- og Narkotikaráðið gevur í dag út bókina »Tann ósjónligi fílurin«. Danin Jørgen F. Nis-sen hevur skrivað bókina. Hann er løgfrøðingur, men hevur síðan 1989 givið út fleiri bøkur viðvíkjandi rúsdrekkatrupulleikum. »Tann ósjónligi fílurin« er fyrsta bók hansara.

Tann ósjónligi fílurin er eitt lærandi dømi um, hvussu rúsdrekka kann fylla eitt heim ella eitt arbeiðspláss. Familjan og starvs-felagarnir vita, at fílurin er har, og tey ansa væl eftir ikki at erta hann. Tey eru øll merkt av tí, men tosa ikki um tað. Tey vilja ikki vera við, at fílurin er har.

Bókin er ein bersøgin frásøgn um, hvussu álvarsligir rúsdrekkatrupulleikarnir kunnu verða. Hon greiðir frá vandamiklu gongdini til at verða bundin av rúsdrekka. Hon sigur frá, hvussu rúsdrekkamisnýtslan gongur út yvir tey avvarðandi, men sigur eisini frá, hvat hjúnafelagi, familja, vinir og tey á arbeiðsplássinum kunnu gera til tess at steðga misnýtsluni.

Bókin vísir á, hvussu hjálp fæst fyri rúsdrekkamisnýtslu, hvussu viðgerðin fer fram, og hvussu tey avvarðandi kunnu vera til hjálpar.

Hetta er ein vinalig, men bersøgin leiðbeining til rúsdrekkamisnýtaran og tey, sum eru rundan um hann. Boðskapurin er, at tað loysir seg at leggja uppí og royna at broyta vánastøðuna hjá rúsdrekkamisnýtaranum - men tá er neyðugt at vera væl fyrireikaður.

Rúsdrekka- og Narkotikaráðið skipar fyri tíðindafundi fríggjamorgunin 10. des. kl. 9.00 í Sigmundargøtu 5. Til staðar verða ráðslimir og Poul Jákup Thomsen, rúsdrekkaráðgevi. Vit fara at greiða eitt sindur frá virksemi ráðsing og ætlaninar við hesi bókini. Tað er Jústines Eidesgaard, sum hevur týtt bókina til føroyskt.