Taptu greitt fyri sponsku favorittunum

Ein vánaligur fyrri hálvleikur kostaði dýrt hjá U18-manslandsliðnum í dag

U20-landsliðið hjá Spania er evropameistari, og A-landsliðið hjá Spania er EM-silvurvinnari. Tí er ikki annað væntandi enn, at Spania eisini hevur eitt krútsterkt U18-manslandslið.

 

Tað prógvaðu spaniólar eisini í tí fyrsta dystinum í innleiðandi bólkaspælinum, tá Spania vann tryggan 41-33 (21-17) sigur á Fraklandi.

 

Í dag mátti føroyska U18-landsliðið lúta 25-35 fyri Spania. Tað var serliga fyrri hálvleikur, ið kostaði okkara monnum dýrt. Føroyar vóru á odda 3-1, men eftir tað skoraði Spania seks mál á rað uttan, at Føroyar svaraðu aftur. Í steðginum var Spania á odda 18-9. Føroyska avrikið var munandi betri í seinna hálvleiki.

 

Trúgvi Hávardsson var valdur at vera besti leikarin hjá Føroyum í dag. Búi Poulsen gjørdi eisini vart við seg í dag við at skjóta sjey mál. Óli Mittún, ið leikti mest í fyrra hálvleiki skoraði eisini sjey mál. 

 

Spania hevur fýra stig, Svøríki hevur tvey stig, meðan Frakland og Føroyar einki stig hava. Klokkan 15 spæla Frakland og Svøríki.

 

Klokkan 15 sunnudagin spæla Føroyar móti Fraklandi. 

 

Eins og til U20-EM, so sleppa 11 tey fremstu londini til HM komandi ár, og 13 tey fremstu sleppa til EM-endaspælið fyri U18-landslið um tvey ár. So tað verður óannsæð nógv at spæla fyri hjá okkara monnum. 

 

Føroyar-Spania 25-35 (9-18)

 

Føroyar: Búi Poulsen 7, Óli Mittún 7, Niklas Gaard 3, Høgni Heinason 2, Ísak Vedelsbøl 2, Rókur Ziskason 2, Marcus Bramsen 1, Óla Jákup Olsen 1.

 

Spania: Peter Cikusa 6, Alejandro Pisenero 4.