Taxi vann Prix Føroyar

Ikki óvæntað var tað bólkurin Taxi, sum fult uppiborið vann Prix Føroyar, men tað vóru sera nógv, ið ikki dámdu úrslitið

Leygarkvøldið var Norðurlandahúsið karmur um Prix Føroyar finaluna 1999. Útselt var, og áhoyrararnir møttu sum heild stundisliga, so at tá fyrsti bólkurin fór á pallin, var longu farið at fyllast inni í salinum.

Leingi sá tað út til, at finalan ikki fór at verða send beinleiðis í útvarpinum og sjónvarpinum, orsaka av verkfallinum á almenna arbeiðsmarknaðinum, men fríggjadagin var verkfallið avblást, og so fóru manningarnar í Vørðsluni og Sortudíki til arbeiðis, og tey arbeiddu nærum út í eitt heilt fram til leygarkvøldið, tá ið finalan var.


Javnir bólkar

Tað var ein fragd at standa ella sita í salinum og hoyra bólkarnar í finaluni. Tað var hvør bólkur betur enn annar, og lítið man vera at ivast í, at tað hevur verið sera trupult hjá dómarunum at taka dagar ímillum bólkarnar, tá ið stigini skuldu býtast.

Fyrsti bólkur á pallinum var Diatribes, sum til finaluna hevði útvegað sær nýggjan sangara, tí at gamli sangarin, Rókur Jakobsen, heldur valdi at taka Tangz, sum hann eisini var við í, fram um Diatribes. Nýggi sangarin hjá Diatribes eitur Líggjas Olsen, og hann prógvaði, at hann hevur eina stak góða rødd, hóast honum kanska tørvaði eitt sindur meiri venjing saman við bólkinum. Tað skal eisini sigast, at tað altíð er truplast at verða fyrsti bólkurin, sum skal á pallin, men hetta tóktist tó ikki at nerva Diatribes.

Beint eftir Diatribes hevði verið á pallinum, fór gamli sangarin hjá teimum, Rókur Jakobsen, á pallin við Tangz, og tað var týðuligt, at hetta var ein bólkur, sum hevði nógvar vinir millum áhoyrararnar. Í nýggjum búnum, sum vóru seymaðir til kvøldið, spældu teir seg inn í hjørtuni á mongum, sum vóru í salinum, og hevði tað ikki verið fyri tann eina feilin, tá ið Dánjal á Neystabø á keyboardinum og Halgir W. Arge á trummunum misskiltu hvønn annan, so hevði Tangz møguliga verið millum tríggjar teir fremstu bólkarnar. Kanska átti Rókur Jakobsen eisini bestu røddina í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið.

Næstu fýra bólkarnir, ið vóru á pallinum, vóru uttan iva teir kendastu av teimum átta finaluluttakarunum. Kjølar, Taxi, Visible Fish og MC Hár eru nøvn, sum alt tað unga ættarliðið í Føroyum kennir.

Kjølar, sum í tí seinasta Prix Føroyar gjørdust nummar tvey, høvdu til finalan gjørt eitt sindur meiri burturúr, eins og teir flestu av hinum bólkunum, og samansetingin við at hava ein deyvatulk á pallinum at bera fram tekstin í sanginum saman við bólkinum riggaði stak væl. Eisini danski rapparin, Jean, kom væl frá sínum leikluti sum gestatónleikari í bólkinum.

Størsti favoritturin undan kappingini var uttan iva Taxi, sum er mannað við monnum, sum allir, í størri ella minni mun, liva av tónleiki. Teir fóru á pallin at gjørdu sítt arbeiði væl og professionelt. Eingin slingur í valsinum, men tó heldur einki nýtt og spennandi.

Sjónligu fiskarnir í Visible Fish høvdu kanska eina av sínum bestu framførslum leygarkvøldið. Eysturoyarbólkurin er kanska ikki tann mest lívligi á einum palli, og karismatiski oddafiskurin, Petur Jensen, gjørdi heldur ikki eins nógv um seg, sum vit eru von við frá honum.

Bara navnið MC Hár borgar altíð fyri eini lívligari framførslu, og leygarkvøldið var so als einki undantak. Bólkurin byrjaði spakuliga, men arbeiddi seg so skjótt uppeftir, og tað var ikki leingi, so var full ferð á framførsluni hjá teimum. Tónleikaliga var framførslan hjá MC Hár eisini stak góð, og at teir høvdu útvegað sær Tórunn Poulsen at syngja kór við síni vøkru rødd, gjørdi ikki MC Hár minni spennandi.

Eftir at MC Hár vóru farnir av pallinum, var tíðin aftur komin til teir meiri ókendu bólkar. Litføgru Flux vóru næstseinastir á pallinum, og ílætnir málarabúnar spældu dreingirnir við teimum víttfevnandi hárlitunum sín tónleik fyri eini nú vælupplagdari áhoyrarafjøld, sum tók væl ímóti eysturoyingunum.

Seinasti bólkurin á pallinum í Prix Føroyar finaluni var eisini úr Eysturoynni. Tað var bólkurin Clickhaze, ið tó hesaferð ikki einans var mannaður av eysturoyingum, tí teir høvdu útvegað sær gambiamannin Malik at sláa á ymisk ljóðføri. Hetta verður eisini rópt percussions. Clickhaze setti eitt verdugt punktum fyri nakrar framúr góðar framførslur, og tað var einki at ivast í, at Clickhaze var ein tann best dámdi bólkurin millum áhoyrararnar.


Mark No Limits savnað til finaluna

Vinnararnir av tí seinastu Prix Føroyar kappingini, Mark No Limits, vóru leygarkvøldið við sum gestabólkur, hóast tey ikki hava spælt saman í rúma tíð, tí bólkurin er upploystur.

Flestu tónleikararnir í Mark No Limits eru framvegis virknir tónleikarar, men onkur teirra spælir nærum einki nú. Tað hoyrdist tó ikki á framførsluni hjá MNL, at tey ikki hava spælt saman leingi, tí framførslan var góð, og tá ið tey spældu gamla slagaran "Syngja sama lag" kom veruligt lív í áhoyrarafjøldina.

Fleiri av limunum í Mark No Limits, Teitur Lassen, Egil Hansen, Trygvi í Brekkunum og Malan Eyðunsdóttir, búgva øll uttanlanda, so leygarkvøldið var framførslan hjá MNL eitt kærkomið høvi hjá okkum her á klettunum at hoyra nakrar tónar frá hesum framúrskarandi tónleikarunum.


Stór ónøgd við úrslitið

Eftir at Mark No Limits hevði spælt nøkur løg, kom frásøgumaðurin, Jákup Magnussen, inn aftur á pallin við úrslitinum av finaluni. Stórur spenningur var millum áhoyrararnar, og uttan iva eisini millum tey mongu kring landið, sum fylgdu við antin í útvarpi ella sjónvarpi.

Fyrst kunngjørdi Jákup, hvør ið gjørdist nummar trý, og tá ið at enda fekk seðilin úr brævbjálvanum og fekk lisið MC Hár hart, tóktust fólk at fegnast um hetta. Eisini limirnir í MC Hár tóktust verða ovurfegnir um úrslitið, og tað var einki skuffilsi at hóma frá teirra síðu.

Nú var tíðin so komin til at kunngerða, hvør ið bleiv nummar tvey, og tá ið Jákup Magnussen segði, at hetta vóru Kjølar, byrjaði man at hóma eitt sindur av misnøgd millum áhoyrararnar. Nøkur keðilig róp vóru at hoyra, men tó ikki tað stóra.

Tá ið kunngjørt var, at Kjølar gjørdust nummar tvey, vóru tey allarflestu helst greið yvir, at tað var Taxi, sum fór at gerast nummar eitt. Soleiðis var eisini, og tá ið Jákup Magnussen las navnið Taxi, gjørdist hýrurin á áhoyrarafjøldini alt annað enn góður. Ein sera stórur partur av fjøldini gjørdi bart og "buhaði" at vinnandi bólkinum, tá hann kom inn á pallin eftir vinninginum. Hetta hoyrir ongastaðnis heima, uttan mun til hvørja áskoðan man hevur av tónleikinum hjá bólkinum.

Stóra ónøgdin við Taxi sum vinnandi bólkin kom eisini til sjóndar, tá ið teir spældu eykalagið, sum vanligt er, at vinnandi bólkurin ger. Neyvan vóru tað meiri enn eini fimti fólk eftir í salinum, tá ið Taxi spældu eykalagið, og tað er lítið at ivast í, at hetta er komið illa við hjá bæði Taxi og fyrireikarunum.

Hóast sera nógv vóru ónøgd við úrslitið, so vóru Taxi uttan iva røttu vinnararnir. Einir 20 dómarar vóru til finaluna, harav umleið helmingurin vóru útlendingar, og so nógvir og serkønir dómarar fara neyvan skeivir í sínum metingum.

Eisini skal havast í huga, at talan er um Prix Føroyar, og at hetta er ein kapping fyri allar føroyskar tónleikarar, eisini teir royndu. Hinvegin kann man kanska spyrja, um tað var rætt av Taxi at melda seg til kappingina, tá ið man veit, at tað næstan bara eru ungir og lítið kendir bólkar, ið eru við.

Um man heldur vil hava, at tað er onkur minni kendur bólkur við ikki so kendum tónleikarum, ið vinnur Prix Føroyar, so eigur man at umhugsa, um man skal skipa fyri eini talent-kapping, har ávísar treytir verða settar luttakandi bólkunum og tónleikarunum. Á henda hátt tryggjar man sær, at tað er ein lítið kendur bólkur, ið vinnur kappingina.


Gott ljós

Nógv var gjørt burturúr í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið. Pallurin var hegnisliga smíðaður, og karmarnir vóru annars framúr góðir. Eisini á tekniska økinum var nógv gjørt burturúr, og serliga var tað ein fragd fyri eyga at síggja ljósshowið.

Ljóðið var gott, men til tíðir kiksaði hetta eitt sindur. Onkuntíð skurraði nakað illa í onkrum háttalara, og til dømis var tað eitt sindur óheppið, at Flux skuldi standa í rúma tíð og bíða, áðrenn teir kundu byrja at spæla.


Verdug finala

Finalan í Prix Føroyar kappingini var stak væl eydnað, og hóast nógvir áhoyrarar, og lurtarar av Náttarravnunum við, vóru ónøgd við úrslitið, so kann staðfestast, at Taxi var besti bólkurin, hóast teir kanska ikki spældu tann tónleikin, ið fall í besta jørð hjá áhoyrarunum.

Okkurt er, sum fyrireikararnir tó kunnu hava í huga til næstu ferð, tá ið skipað verður fyri Prix Føroyum, men hetta skal tó ikki komast meiri inn á nú.