TB: Bartal og Oddmar hava skrivað undir

Bartal Einarsson Petersen og Oddmar Nybo Jespersen hava gjørt sáttmála fyri 2023, boðar TB frá á heimasíðuni. Teir eru ávikavist 19 og 18 ára gamlir. Teir eru partur av nýggja ættarliðnum, sum skal taka yvir við Stórá

Mynd: (TB.fo) Bartal Einarsson Petersen, André Dalfoss, formaður, og Oddmar Nybo Jespersen

Bartal Einarsson Petersen og Oddmar Nybo Jespersen hava gjørt sáttmála fyri 2023, boðar TB frá á heimasíðuni. Teir eru ávikavist 19 og 18 ára gamlir. Teir eru partur av nýggja ættarliðnum, sum skal taka yvir við Stórá.

 

Bartal Einarsson Petersen er júst vorðin 19 ára gamal og spældi sín fyrsta dyst fyri besta liðið hin 2. oktober 2021 ímóti ÍF. Hann hevur nú spælt 23 dystir á besta liðnum og árið í fjør beit hann seg veruliga fastan millum teir 11 fyrstu á vøllinum.

 

- Róligur, umhugsin og við góðum yvirblikki í verjuni, tykist Bartal at vera ein veruligur fongur fyri TB, bæði nú og í framtíðini, skrivar TB.fo.

 

Verjuspælarin Oddmar Nybo Jespersen er 18 ára gamal og spældi sín fyrsta dyst í Betri deildini 2. mai 2021, bert 16 ára gamal. 30 dystir er Oddmar noteraður fyri og verður tað spennandi at fylgja lovandi leikaranum úr miðbýnum.

 

- Tað er sera gleðiligt, at vit hava ein góðan ungdóm at seta inn á besta lið okkara, staðfestur heimasíðan hjá TB.

 

Higartil hevur TB ikki fingið nakran nýggjan spælara inn síðani uppflytingina, og frágongdin telur Mikkel Blåholm, Anders Nagel, James Wilcox og Matthew Lee.

 

Mynd: (TB.fo) Bartal Einarsson Petersen, André Dalfoss, formaður, og Oddmar Nybo Jespersen