2. deild
Tað var annars heimaliðið, ið legði harðari út og tóktist betra liðið ta fyrstu løtuna. Tað var eisini B36, sum fekk fyrsta málið í dystinum. Rangstøðufellan hjá TB miseydnaðist, og soleiðis slapp Ragnar Poulsen ígjøgnum í vinstru síðu. Hann legði innfyri til Áka Mørk, sum púra ótarnaður kundi seta bóltin í netið til 1-0.
Eftir hesa byrjan mundu tey flestu halda, at B36 fór at halda fram við góða spælinum og vinna. B36 hevur verið sannførandi í seinastu dystunum, men tvørámenn vildu tað øðrvísi.
Tá B36 hevði lagt seg framum, var tað sumum TB slepti varseminum, ið kanska hevði eyðkent spælið inntil tá, og teir fóru niðan á vøllin í jagstranini eftir útjavnandi málinum.
Og tað var rættiliga skjótt, at bólturin var at finna í B36 netinum. Eftir hornaspark var bólturin sendur innfyri til Vagn Nolsøe, sum var staddur í málteiginum. Hann skuldi bara føra bóltin víðari í netið, og so stóð aftur á jøvnum.
Gestirnir megnaði eisini at leggja seg framum áðrenn hálvleik. TB eigur fríspark úti í vinstra borði. Tað verður sent inn í brotsteigin, har ein TB-ari hevur fótin á bóltinum, og so er TB brádliga á odda.
B36 brennir brotsspark
Veðrið var óguliga ringt sunnudagin, og hetta darvaði spælinum nógv. Tískil var sjáldan nakað gott bóltspæl at síggja.
Eftir steðgin royndi B36 at leggja trýst á TB verjuna, men fáir málmøguleikar spurdust burturúr. B36 fekk tó eitt brotsspark miðskeiðis í seinna hálvleiki, men málverjin hjá TB tveitti seg í fulla longd og fekk vart fyri skotinum.
Eftir hetta var tað sum B36-ararnir mistu mótið, og TB var heldur vandamiklari enn heimaliðið, sum fall í fátt. Tá dysturin leið móti endanum fekk B36 eisini ein mann útvístan fyri hevnisøku, eftir at dómarin hevði bríkslað.
Tá bert fáir minuttir vóru eftir at leika, var TB-ari feldur í brotsteiginum. Dómarin dømdi brotsspark, sum hesuferð endaði í netmeskunum.
Eftir henda sigurin hevur aldursforsetin í føroyskum fótbólti tikið seg fram í oddin á stigatalvuni, men fleiri lið eru um boðið at vinna sæti í bestu deildini, og tað verður tí torført hjá TB.
B36-TB 1-3 (1-2)
1-0: Áki Mørk
1-1: Vagnur Nolsøe
1-2: Zoran Mancic
1-3: Zoran Mancic