TB á norskum

Gilli Rólantsson skal lokka norðmenn at halda við TB, nú norska TV2 fer at vísa dystir

Tað hevur vakt stóran ans í Norra, at TV2 hevur keypt rættindini til 12 tey fyrstu umførini í Betri deildini hjá monnum. Tað sæst aftur í føroysku feløgunum, sum stríðast við at tekkja nýggjum norskum viðhaldsfólkum.

Bestu kortini munnu TB og KÍ hava. Meðan steðgur er í norsku landskappingini, so venur tvøramaðurin í Brann, Gilli Rólantsson, við barndómsfelagnum TB. Her hevur felagið gjørt skjótt av og gjørt samrøðu á norskum við føroyska landsliðsspælaran, sum greiðir frá umstøðunum, sína tíð í felagnum og at Óli Johannesen er fyrimyndin.

##med2##

Hin trumfurin er Ole Erik Midtskogen. Áleyparin hjá KÍ er einasti norðmaðurin í føroysku landskappingini í løtuni. Her hevur KÍ eisini lagt eina heilsan frá áleyparunum til sínar landsmenn.

At kalla øll feløgini hava fingið fyrispurningar um troyggjur, lutir og annað, sum verður sett í samband við tey ymisku feløgini. Eisini eru fleiri norskir fjepparabólkar gjørdir á Facebook. Summir av bólkunum hava fleiri hundrað limir.

Betri deildin menn 1. umfar:

Leygardagin 6. mai:

NSÍ-TB (15.00)

HB-EB/Streymur (15.00) Beinleiðis á FM1

Skála-ÍF (16.00)

KÍ-B36 (17.00) Beinleiðis á FM1

AB-Víkingur (19.00) Beinleiðis á FM1