TB varð klappað av vøllinum

1. DEILD: Mikkel Blåholm er toppskjútti í deildini, eftir at hann í dag var tvífaldur málskjútti í 3-1 heimasigrinum ímóti B71

TB vann í góðveðrinum seinnapartin 3-1 á heimavølli ímóti B71 Mynd: TB stroyming

Tað var kapping um næstfremsta plássið, sum var á skrá, tá ið TB í dýrdarveðrinum við Stórá í Trongisvági seint seinnapartin hevði vitjan av B71.

 

Undan dystinum var TB næstfremst við 15 stigum, og B71 var trý stig aftanfyri.

 

Í dag vann TB 3-1. Tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð, klappaðu heimaáskoðararnir teirra menn av vøllinum. Tað hava teir ikki gjørt so ofta seinastu árini, og ivaleyst ber fagnaðurin í dag boð um, at tað nú kennist sum um, at tað sær ljósari út hjá aldursforsetanum, sum fríggjadagin í næstu viku, 13. mai, fer at hava 130 ára føðingardag.

 

Hálvleiksstøðan var 1-0 til heimaliðið. Málið skoraði Mikkel Blåholm tíggju minuttir undan steðginum eftir fínt álop.

 

Beinanvegin eftir steðgin svaraði B71 aftur. Talan var um framlegging úr høgru og til handara stólpa, har Jovanni Garcia stakk seg fram og stýrdi bóltin í málið.

 

Tíggju minuttir eftir steðgin var Mikkel Blåholm aftur upp á spæl. Eftir horna úr vinstru, sum Samudeen Musah tók sær av, stúraði Mikkel Blðholm bóltin í handara síðunetið. Hann hevur nú skorað sjey mál og er toppskjútti í deildini.

 

B71 royndi at spenna álopsbogan, og tað var TB, sum skoraði síðsta málið. 12 minuttir undan leikloki bríkslaði Petur Reinert fyri brotssparki, sum Samudeen Musah umsetti til mál og 3-1 heimasigur.

 

Um eina viku fer B71 at spæla í Klaksvík, og fríggjadagin fær TB vitjan av HB.

 

TB vann í góðveðrinum seinnapartin 3-1 á heimavølli ímóti B71 Mynd: TB stroyming