Team Klaksvík vann á StÍF

Nikolay Bliznov hjá Team Klaksvík og Egill Már Hjartarson hjá StÍF gjørdust stóru leikarinir við 9 málum hvør, tá Team Klaksvík hitti StÍF í Klaksvík.

Team Klasvík vann við fýra málum 31-27, hóast teir førdu við 6 málum í hálvleikinum 16-10.

 

Team Klaksvík var greitt omaná í fyrra hálvleiki. Teir fóru til hálvleik við eini 6 málsleiðslu. Team Klaksvík byrjaði eisini seinna hálvleik væl og vóru frammanfyri við 9 málum 20-11 aftan á 5 minuttir. Men Team Klaksvík fekk nógvar útvísingar í seinna hálvleiki, og Nikola Kedzo fekk tríggjar útvísingar og harvið reytt kort. Hetta førdi við sær, at StÍF minkaði munnandi um munin. Dysturin endaði 31-27.

 

##med2##

 

Málskjúttar Team Klaksvík:

Nikolay Bliznov 9, Jóhan í Garðastovu 4, Nikola Kedzo 4, Beinir Johannesen 3, Jens Pauli Mohr 3, Jure Fistonic 3, Vilhelm Vilhelmsen 3, Sakaris Ludvík Súnason 2

 

Málskjúttar StÍF:

Egill Már Hjartarson 9, Bjarni í Selvindi 4, Tummas Simonsen 4, Pætur Johansen 3, Victor Máni Matthíasson, Dávid Danielsen 1, Martin Danielsen 1, Óli Abrahamsen 1, Steinar Prestá 1