Teir eiga eina rúgvu av meistaraheitum

Vit hava helst ongantíð sæð so sterka kapping um FM-heitið sum í ár. Miðalstyrkitalið í Landsliðsbólkinum táttar í 2300

FM kappingin í talvi fyri einstaklingar fór at bakkastokki seinnapartin. Havnar Telvingarfelag er vertur, nú felagið um nakrar dagar fer at hátíðarhalda 100 ára stovningardagin. Tá ið farið varð undir kappingina í dag, vóru bæði Heðin Mortensen borgarstjóri og Anfinnur Brekkstein varaborgarstjóri og formaður í mentanarnevndini hjástaddir.

 

Talvsamband Føroya skrivar soleiðis um kappingina:

 

 

 

Vit hava helst ongantíð sæð so sterka kapping um FM-heitið sum í ár. Miðalstyrkitalið í Landsliðsbólkinum táttar í 2300.

 

Undantikin eru árini 2003 og 2019. Tá vóru útlendskir stórmeistarar og altjóða meistarar við í víðkaða FM-bólkinum sum krydd. Og í 2017 mannaðu fýra av okkara fremstu telvarum einsamallir FM-bólkin – Helgi Dam Ziska, John Rødgaard, Høgni Egilstoft Nielsen og Martin Poulsen.

 

 

 

Men ein FM-bólkur við átta føroyskum telvarum og miðalstyrkitalinum 2279, er eindømi. Og at allir uttan ein í so stórum bólki hava verið føroyameistarar fyri einstaklingar er eisini eindømi.

 

 

 

Favorittur er sjálvsagt stórmeistarin Helgi Dam Ziska. Hetta er hansara fyrsta FM síðani 2019. Men brøðurnir úr Sandavágs Talvfelag, Høgni og Rógvi, eru ivaleyst mentir at geva honum dygga mótstøðu. Hetta er fyrsta ferðin, at teir tríggir eru í landsliðsbólkinum saman. Umframt hesar tríggjar, kann fleirfaldi føroyameistarin Martin Poulsen nevnast sum ein outsidari.

 

 

 

Havnar Telvingarfelag, sum nú í apríl fyllir 100, skipar fyri árligu FM-kappingini. Tað fer at bera til at fylgja við leik fyri leik í hvørjum talvi í Landsliðsbólkinum á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.

 


Landsliðsbólkurin 2023

 

Helgi Dam Ziska, HT 2545

 

Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2407

 

Martin Poulsen, HT 2300

 

Rógvi Egilstoft, ST 2298

 

Olaf Berg, HT 221

 

Eyðun Nolsøe, KTF

 

Carl Eli Samuelsen, HT 2153

 

Luitjen Akselsson Apol, HT 2143

 

 

 

1. umfar (leygardagin 1. apríl kl. 14:00)

 

Eyðun Nolsøe – Luitjen A. Apol

 

Carl Eli Samuelsen – Helgi Dam Ziska

 

Martin Poulsen – Rógvi Egilstoft

 

Olaf Berg – Høgni Egilstoft Nielsen

 

 

 

FM-vinnarar 2000-2022

 

2000 Flóvin Tór Næs, HT

 

2001 John Rødgaard, VT

 

2002 Hans Kristian Simonsen, KT

 

2003 Martin Poulsen, HT

 

2004 Martin Poulsen, HT

 

2005 Carl Eli N. Samuelsen, VT

 

2006 Martin Poulsen, HT

 

2007 John Rødgaard, VT

 

2008 Helgi Dam Ziska, HT

 

2009 Martin Poulsen, HT

 

2010 Olaf Berg, ST

 

2011 Helgi Dam Ziska, HT

 

2012 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST

 

2013 Olaf Berg, HT

 

2014 Høgni Egilstoft Nielsen, ST

 

2015 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST

 

2016 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST

 

2017 Helgi Dam Ziska, HT

 

2018 Helgi Dam Ziska, HT

 

2019 Helgi Dam Ziska, HT

 

2020 Høgni Egilstoft Nielsen, ST

 

2021 Høgni Egilstoft Nielsen, ST

 

2022 Høgni Egilstoft Nielsen, ST