Teir endaðu sínar dagar á K2

Tað er nú greitt, at líkini av trimum fjallaklintrarum, sum royndu at koma upp á toppin á K2, eru funnin, men líkini liggja ov høgt til tess, at tyrla kann taka tey.

John Snorri Sigurjónsson (í miðjuni) saman við feðgunum, Ali og Sajid Sadpara. Síðst nevndi vendi aftur og bjargaði lívinum.

John Snorri Sigurjónsson (í miðjuni) saman við feðgunum, Ali og Sajid Sadpara. Síðst nevndi vendi aftur og bjargaði lívinum.

 

 

K2, sum næst hægsta fjall í heiminum verður rópt, er 8611 metrar høgt. Fjallið liggur í fjallaketuni, rópt Karakoram í pakistanska partinum av Kashmir.

 

Tað var í februar, at teir tríggir fjallaklintrararnir, Juan Pablo Mohr, Ali Sadpara og John Snorri Sigurjónsson, vildu gera eina roynd at gerast teir fyrstu, sum á vetrardegi megnaðu at røkka toppin á fjallinum. Men, henda royndin miseydnaðist, og allir tríggir lótu lív.

 

Íslendskar heimasíður hava seinastu dagarnar skrivað um, at nú eru líkini av teimum trimum funnin. Sagt verður, at líkini eru funnin í meira enn 8000 metra hædd, men mett verður ikki, at tað er gjørligt hjá tyrlum hjá pakistanska herinum at fara so høgt. 

 

Skulu líkini bjargast, sum ætlanin er, kann tað gerast neyðugt at bera tey einar 2000 til 2500 metrar oman av fjallinum, áðrenn tyrlur kunnu taka tey upp.

 

Íslendska heimasíðan visir.is skrivar, at tað var ein bólkur hjá ferðaskrivstovuni - Lela Peak Expedition - sum um dagarnar fann líkini, eftir at fyrsta royndin miseydnaðist. Ein av eigarunum av ferðaskrivstovuni, Anwar Syed, sigur, at arbeitt verður nú við at loysa málið, hvussu líkini kunnu bjargast.

 

Heimasíðan - visir.is - skrivar, at John Snorri Sigurjónsson byrjaði túrin niðan á K2 saman við pakistansku feðgunum, Ali Sadpara og Sajid Ali Sadpara, men orsakað av, at Sajid Ali hevði trupulleikar við sínari útgerð, fór hann ongantíð hægri enn 8.200 metrar.

 

Ein chilenari, Juan Pablo Mohr, helt síðan leiðina fram upp á K2 saman við John Snorra Sigurjónsson og Ali Sadpara, men eingin av teimum trimum spurdist aftur á lívi.

 

 

 

 

 

 

 

John Snorri Sigurjónsson (í miðjuni) saman við feðgunum, Ali og Sajid Sadpara. Síðst nevndi vendi aftur og bjargaði lívinum.