Teir eru givnir at bora í Traðardali

Teir 399 metrarnir, ið eru eftir at bora undir Skopunarfirði, vera boraðir norðarumegin frá

Estunlar.fo skrivar soleiðis í dag

 

Í síðstu viku vóru 70 metrar boraðir í alt. Boraðir eru nú 10.387 metrar av 10.786 metrum í Sandoyartunlinum. Sostatt eru nú 399 metrar eftir at bora.

 

Á Gomlurætt øktist longdin við 46 metrum. Har eru nú boraðir í alt 4.787 metrar. Arbeiðið við at tryggja gongina, við vánaligum tilfari er nú liðugt.

 

Í Traðardali vóru boraðir 24 metrar. Har eru nú boraðir 5.600 metrar í alt. Borað verður ikki meiri frá hesi síðuni. Arbeiði at rigga av og at fyrireika at gera tunnilin lidnar byrjar í staðin.

 

Á leinkjuni niðanfyri ber til at síggja longd og dýpd. Eisini ber til, at fylgja við boringini og síggja á korti, hvussu langt boringin er komin:

 

 

 

https://www.estunlar.fo/.../sandoya.../framgongd-vid-boring/