Teir høvdu gras á takinum

Skotski verjuleikarin, David Weir, ávarar liðfeløgunum ímóti at lata seg ávirka av kringstøðunum um landsdystin móti Føroyum

Landsdystur

Tað er eitt rættiliga óroynt skotskt lið, sum leygardagin vitjar á Svangaskarði til EM-undankappingardystin móti Føroyum.
Av liðnum, sum fyri trimum árum síðani spældi javnt í Føroyum, eru bert tríggir leikarar eftir. Teir eru David Weir, Paul Lambert og málskjúttin hjá Skotlandi í 1-1 dystinum ta ferðina, Allan Johnston.
Hetta nertir tó ikki við tann veruleikan, at skotar eru favorittar at vinna dystin í Føroyum, men nú hevur David Weir sent eina ávaring til viðleikararnar um, at teir á ongan hátt kunnu taka sær av løttum.
- Ta ferðina var talan um ein sera harðan dyst. Teir eru kropsliga sera væl fyri, og teir striðast hart alla tíðina, so tað verður ein torfør uppgáva, har vit skulu vera væl skipaðir alla tíðina, sigur Weir við ensku fótbóltsheimasíðuna, soccernet.com.
Men størsta óttan tykist Weir tó hava um, at óroyndu viðleikarar hansara kanska kunnu lata seg merkja av umstøðunum, sum eru í Føroyum.
- Tað er eitt løgið stað. Til dømis var grass á takinum á hotellinum, sum vit búðu á, og yvirhøvur var tað ilt at skilja, at talan var um ein altjóða landsdyst, men vit alt hetta má leggjast til viks, so vit fáa savnað okkum um dystin, sigur Weir at enda.