Íslendska manningin, sum førdi Kristrun heim til Føroya, saman við trimum av føroysku manningini, sum eisini vóru við á ferðini. Eyðvarur Petersen, skipari, stendur ytst vinstrumegin.

Teir hava trivist umborð á Kristrun

Fleiri av íslendsku manningini hava siglt við Kristrun síðan 2008. Nú er skipið heimahoyrandi á Sandi.

Íslendska manningin, sum førdi Kristrun heim til Føroya, saman við trimum av føroysku manningini, sum eisini vóru við á ferðini. Eyðvarur Petersen, skipari, stendur ytst vinstrumegin.

Tað var í gjár, at frystilínuskipið, sum er keypt til Sands, kom á Havnina. Skipið kemur í flotan fyri ísfiskalínuskipið, Sandshavið.

 

Á myndini niðast í greinini liggur Kristrun, sum hevur verið navnið á skipinum í Íslandi og so Sandshavið, sum er fyrrverandi Fugltúgvan.

 

Á myndini ovast er íslendska manningin, sum sigldi skipið heim til Føroya, og her eru eisini nakrir av føroysku eigarunum og manningini, sum vóru við til at sigla skipið heim.

 

Eyðvarur Petersen er skipari á Sandshavinum, og stýrimaður er beiggi hansara, Jóhan Hendrik Petersen. Maskinmeistari er Wilhelm Petersen. Teir eru allir við á myndini.

 

Teir, sum eiga Sandshavið, siga, at fleiri av íslendsku manningini, sum sigldu skipið heim til Føroya, vóru eisini við, tá íslendingar í sínari tíð keyptu skipið.

 

- Fleiri av íslendsku manningini hava siglt við skipinum síðan 2008, verður lagt aftrat.

 

Í dag klokkan 17 verður almenn móttøka á Sandi, tá frystilínuskipið kemur til bygdar. Her verða røður, og her verður eisini okkurt til góman.

 

##med2##

 

 

 

Íslendska manningin, sum førdi Kristrun heim til Føroya, saman við trimum av føroysku manningini, sum eisini vóru við á ferðini. Eyðvarur Petersen, skipari, stendur ytst vinstrumegin.

Frystilínuskipið er slakar 48 metrar langt, og ísfiskalínuskipið er 34 metrar langt.