Dagfinn Olsen
Spurdur, hvussu hetta við skemtinum og undirhaldinum kom í lag, svarar Niels Petur Nolsøe:
- Eg havi altíð havt lætt lyndi og dugað at sæð tað stuttliga í øllum..Í 1967 avgjørdu Robert og eg, at til veitsluna í Framtíðini skuldi Robert reisa seg upp at tala og eg skuldi so provokera.
Vit settu okkum ikki saman og Robert reisti seg upp og so gekk ein løta, so svaraði eg til. Eg spurdi hvat hann visti um hatta hann segði og so framvegis. Nýggjársnevndin var seriøs og tá eg hevði provokerað eina løtu, nú reisa menn úr nevndini seg upp og koma fram við vegginum, men tá teir vóru ein favn frá mær sigur Robert: Latið vera, vit arga tykkum bara.
Hetta var fyrstu ferð vit undirhildu og skjótt kom Petur Dahl Nolsøe uppí.
Síðani hava vit hildið fram hvørt nýggjár, greiðir Niels Petur frá.
- Vit hava ongantíð sitið í dagavís og fyrireikað; Robert ringir og sigur, at nú er skráin liðug; eg geri hetta, tú gert hatta og Petur ger hatta. Síðani hava vit sett okkum saman at sameina tilfarið og at koyra alt ígjøgnum.
Tit blíva við, eisini nú Robert er fluttur, tit sleppa kanska ikki frá?
- Tað sær út. Tað eru fleiri onnur sum royna seg og duga. Men tað er stuttligt og eg havi einki ímóti tí, so leingi ein orkar.Tað er stuttligt at hoyra fólk flenna hjartaliga, tá ein stendur á palli.
Eg og Petur hava eisini verið á palli einsamallir og tað hevur eisini riggað. Nú datt nýggjársskemtið niðurfyri, tá kreppan kom, men so komu vit aftur fyri einum trimum árum síðani og koyrdu bert við gomlum tættum, tí tíð var ikki at fyrireika nakað. Petur, eg og Arnfinn Thomasen framførdu so bert gamlar tættir, og tað riggaði, tí fólk høvdu jú bert hoyrt nógvar teirra einaferð, og fólk gloymir skjótt.
Men síðani hava vit, eg, Robert og Petur, aftur skemtast, men hvussu leingi vit orka at blíva við veit eg ikki, men stuttligt er tað. Vónandi taka tey ungu við, sigur Niels Petur Nolsøe.