Rolf Guttesen
Hetta var so Føroya Landsstýri, valt demokratiskt av einum meiriluta av føroysku veljarunum, sum var farið í Kongsins bý at fáa síni avgerandi politisku ynski uppfylt. Í meira enn tvey ár hevur øll orka verið sett inn í eina "fullveldisætlan", sum skuldi fáa fólkið undan fremmandari kúgan, og so helst eisini útvega eina flaggstong í New York.
Niðurstøðan, nú hæsað er av, má vera, at har var okkurt heilt galið. Antin við ætlanini, soleiðis sum hon var løgd til rættis av fullveldislandsstýrinum, ella við teim monnum og kvinnum sum skuldu samráða tingini uppá pláss. Um verkætlanin var góð ella ring? Tað er ein politiskur spurningur!
Tær politisku tingingarnar og avgerðirnar eru í seinasta enda alt avgerandi. Sendinevndin kundi fingið ein sáttmála um fullveldi heim við, um teir vildu ella tordu. Nyrup hevur í hesum máli allatíð verið púra klárur: "Tað er í lagi, um Føroya fólk vil tað so. Vit fara ikki at seta okkum ímóti eini demokratiskari avgerð. Men so er støðan millum londini broytt; tað er ikki ókeypis at taka fullveldi."
Politikkur er ikki eitt divideri-roknistykki
Fullveldislandsstýrið, við einum varaløgmanni á odda, hevði eina turkatrúgv uppá, at tær røttu útrokningarnar og framskrivingarnar kundu siga, nær tann føroyski búskapurin varð burðardyggur. Tað ber væl til at gera strikumyndir um búskapargongdina og mangt annað langt inn í framtíðina.
Men hetta er ein teoretiskur fimleikur, sum lítið og einki hevur við veruleikan at gera. Eingin kann siga nakað serligt við skili um, hvussu støðan er um 5, 10 ella 15 ár. Tað kunnu fiskifrøðingar heldur ikki.
Tað er faktiskt staðfest við lóg, at so er. Ja, føroyskari løgtingslóg! Ikki ber til at gera eina ætlan, sum bara heldur eitt ár fram. Tí hevur man Eykafíggjarlógina til at lappa holini við. Tí avvísti danska stjórnin - sjálvandi - at vera uppi í einum divideri-roknistykki, sum "objektivt" skuldi siga teimum, hvat teir áttu at gjalda føroyingum í 15 ella 80 ár. Slíkt kunnu bara óroyndir amatørar finna uppá.
Útbrendar teoriir og hugsjónir kasserast!
Tað var ein klókur heimsspekingur, Karl Popper, sum segði, at tað ikki kom ann uppá at prógva teoriir. Hvørki vísindaligar ella politiskar. Tað var meiri umráðandi at forkasta tær og blaka tær burtur. Og hann hevur so púra rætt. Heldur tú fast um gamlar teoriir og eisini politiskar ideologiir, so stirðnar samfelagið og doyr til endans.
Breznev og Ciaucescu hildu fast um sínar ideologiir, og høvdu nevndir og stovnar í hópatali til at finna tey vísindaligu prógvini. Teir vildu einki forkasta av avoldaðum stalinistiskum tankagóðsi. Tí eru teir strikaðir av landkortinum í dag.
Er tíðin ikki komin til at forkasta ymist foroldað national-romantiskt tankagóðs og tokutos, sum hevur plágað føroyskan politikk í mong ár? Kærleikin til heimlandið hevði helst trivist væl frægari uttan hetta hálvfeudala, og til tíðir hálvfascistiska, svassið.
Sami Popper var eisini ímóti teim altumfatandi samfelagsligu kollveltingunum, sum ein ideologi royndi at gjøgnumføra, tað veri seg leninisma, stalinisma, nazisma ella nakað annað. Tað fór at enda galið. Nettup tí, at tað ikki ber til at siga framman undan, hvussu umfatandi broytingar fóru at virka. Frægari var at hava ein stigvísan politikk, sum hann kallaði "piecemeal social engeneering", ella ein stigvísa samfelagsliga tilgongd. Tak problemini, sum tey eru, finn eina loysn. Tak tey næstu, finn eina loysn osfr.
Ov stórur biti?
Fullveldislandsstýrið vildi hava alt nú, her og beinanvegin! Milliónir í 15 ár, suverenitet, partnership og Drotning, øll saksøkir alt fyri eitt, samstundis skuldu føroyingar hava somu rættindir í Danmark, sum higartil. Fingu teir ikki tað, so vóru danir nøkur reyvarh....!
Sum tíðin leið, og samráðingarumførini ikki vóru fullveldismonnum til vildar, so øktist mismótið og desperatiónin. Ætlanin hevði verið at koma heim bæði við posa og sekk, og siga: Hygg! farið tit nú á fólkaatkvøðu og gevið okkum atkvøðuna, so fáa tit "fullveldi"!
Nýggju ráðini: Provokatión og Konfrontatión
Men gakk. Hetta var torførari enn væntað. Stígur kom í "processina". Nýggj ráðagerð varð løgd. Nú skuldi streingjast harðari á. Kósin bleiv: Provokatión!! Konfrontatión!! Og hvørja ferð Ríkisstjórnin so fór at siga, at hetta hava tit, sambært galdandi lóg, ongan rætt til at gera, so geyla vit bara: "Hygg vit sleppa einki at gera, teir vilja bestemma alt. "
So komu brøvini til ST, og til Nato og royndirnar at fá ein 3. part uppí sum eygleiðara. Og snakkið um Partnership for Peace (Eitt pent navn; men hetta er búrið við teim óstýrligu villhundunum í bakgarðinum hjá Nato).
Hetta var at fara út um mark. Teir vistu av tí. Men, sum aðir hundar, so ýldu teir allir, sum avrátt var.
Men tað var eitt tilætlað skrædl
Oktoberskrædl, kaos, cirkus. Soleiðis sá tað út, men hetta var alt planlagt og tilætlað frammanundan. Sosialurin refererar frá tíðindafundi í Landsstýrinum áðrenn teir fóru avstað, "Anfinn Kallsberg metti neyðugt vera, at koma burturúr donskum statsrætti og yvir í fólkarætt." Sama stendur eisini í talunotatinum hjá Løgmanni til samráðingarfundin.
Dekan og seint er beint undan 4. samráðingarumfar at hálsa um, og bráddliga royna at umdefinera landsins støðu. Enntá til nakað, sum er bæði skeivt og provokerandi. Men medvitandi provokerandi. Hetta skuldi skapa konfrontatióna.
Teir vistu fullvæl, at teir ikki høvdu fingið tað burturúr "prosessini", sum teir ætlaðu. Teir vistu at teir fóru at tapa eina fólkaatkvøðu.
Tí skuldi heldur vera kaos og forvirringur, konfrontatión. Ein fíggindi og syndabukkur skuldi finnast. Varaløgmaður hevði betalt einum íslendskum serfrøðingi, sum skuldi skriva eitt responsum, og prógva, at føroyingar vóru føroyingar. Sjálvt um Heimastýrislógin og Ríkisins Grundlóg eru galdandi, skuldi Føroyar eisini vera ein tjóð (nation) í fólkarættarligari merking. Teir kundu spurt ein annan ella tíggju aðrar, og helst fingið onnur svør. Men, tað var júst hetta bestillingsarbeiði, sum skuldi brúkast politiskt til eina konfrontatión og provokatión.
Fólkarættur og nationalur rættur
Fólkarættur er ein skipan, sum verður brúkt til at regulera viðurskiftini millum suverenar statir. Tann nationali rætturin regulerar viðurskiftini millum borgarar í einum suverenum stati. Støðan er í dag tann, at Føroyar eru ein partur av Ríkisfelagsskapinum saman við Grønlandi. Tann suvereni staturin eitur Kongeriget Danmark. Har innanfyri eru tveir ríkispartar, sum hava serligar sjálvstýrisskipanir: Grønland og Føroyar. Kongaríkið Danmark, og harvið Føroyar og Grønland, er limur í United Nations.
Henda støða kann broytast. Og tað var tað, sum "fullveldisprosessin" gekk út uppá.Leiðin skuldi vera: Samráðingar-Sáttmálauppskot-Løgtingssamtykt-Fólkaatkvøða-Fullveldi. Men fullveldislandsstýrið tordi ikki at senda eitt uppskot við 4 ára skiftistíð til fólkaatkvøðu. Hetta er essensurin, úrdrátturin, av øllum tokutosinum.
Tí steðgaði processin upp. Tí tóku teir móti ráðum frá einum garvillum tjóðveldismanni, um at diskutera nationalistiska ideologi á samráðingarfundi á hægsta stigi. Galskapurin vann, skilið tapti.
Hvat ætla teir nú?
Ja, serliga varaløgmaður, men eisini snórahundurin hjá honum, høvdu eitt mál á skránni. Tað miseydnaðist. So nú hevur varaløgmaður ikki meir at missa politiskt; tí lat tað vera kaos. Lat okkum berjast manniliga móti fíggindanum. "Hava vit ongar fíggindar, so skapa vit teir sjálvir"
Samfelagsfrøðingurin, sum plagar at tala síni vísdómsorð, hevur longu sagt við Jyllandspostin, at landsstýrið nú kann hugsast at ganga so langt, at teir vilja fáa onnur lond at leggja uppí. Well - so vita vit tað.
Støðan er heilt óvanlig - og hættislig
Teir áttu at lagt frá sær, og latið veljararnar sagt sín demokratiska dóm. Varaløgmaður átti at fingið sær sess aftast í løgtinginum, so hann kundi lært politiskan fólkaskikk. Kanska blivið myndugur, sum hann sjálvur plagar at taka til - um onnur. Men teir sleppa ikki maktini so lætt!
Tað syrgiliga er, at hetta hevur skapt ein ómetaligan ótryggleika og forvirring millum fólk. "Hvat kunnu hesir menn ikki finna uppá?" verður spurt.
Galskapurin rakar alt Føroya fólk. Virðingin fyri politikkarum í landsins leiðslu, og báðum head-monnunum har, er slett ikki á nøkrum nullpunkti, hon liggur langt undir. Tað er kalt í løtuni.
30.oktober 2000