Teir tríggir eru á liði saman fyri fyrstu ferð í 10 ár

Tríggir av gullfuglunum hjá EB/Streymi eru í kvøld fyri fyrstu ferð á liði saman

Klokkan 19 verður fyrsta bríksl á Dungasandi í Sørvági, har 07 Vestur hevur vitjan av EB/Streymi.

 

Nýggjur á liðnum hjá 07 Vestur er John Fagerström, sum verður mettur at vera góður álopsspælari.

 

Hjá EB/Streymi er – sammett við undanfarnu ferðirnar í ár – miðvallarin Bárður Olsen nýggjur á liðnum. Hann er gamal kenningur í EB/Streymi, har hann vaks upp og var við, tá ið EB/Streymur vann FM í 2008 og aftur í 2012, og tá ið EB/Streymur vann steypakappingina í 2007, 2008, 2010 og 2011.

 

Í kvøld er tað merkisvert, at tveir av gomlu liðfeløgunum hjá Bárði eru saman við honum millum teir fyrstu ellivu. Talan er um Arnbjørn Hansen og Hans Paula Samuelsen. Júst í dag, 27. juli í 2021, eru tað tíggju ár síðani, at teir síðst vóru liðfelagar á besta liðnum hjá EB/Streymi.

 

Henda dagin fyri tíggju ár síðani spældi EB/Streymur í Sarpugerði ímóti Víkingi, sum vann 3-1. Bárður, Hans Pauli og Arnbjørn vóru á vøllinum allar 90 minuttirnar. Tað hava teir ikki verið á besta EB/Streyma liðnum síðani. Ikki fyrr enn í kvøld, nú teir fyrireika seg á Dungasandi.