Fimleikur
Umframt at hann mánadagin var partur av føroyska liðnum, sum vann ?, so hevi Høgni Øster eisini 29 ára føðingardag sín, og eftir at føroyska liðið var liðugt at kappast, vóru Høgni og ein fimleikari av Jersey bidnir um at koma fram á gólvið, so áskoðararnir kundu syngja teimum ein føðingardag.
Gekk væl
Eftir at hava ynskt Høgna tillukku við degnum, spurdu vit hann, hvussu hann var nøgdur við samlaða avrik sítt. Vanliga verður tikið til, at føroyingarnir eru sterkari á gólvinum enn í lopi, men Høgni tóktist tó vera væl nøgdur um bæði avrikini hjá sær.
- Eg haldi, at tað gekk væl í báðum kappingunum. Lopið var á eini leið, hóast eg mátti flyta beinið eitt fet. Tað telir so 0,1 niður, men tað er so tað.
- Gólvserian haldi eg eisini gekk heilt hampuligt. Eg var um at traðka av gólvinum ta einu ferðina, men eg fekk so toga meg innaftur, so tað var eisini í lagi.
Spurdur, um hann helt, at samlaða føroyska avrikið fór at vera, segði Høgni, at tað hevði hann ikki ánilsi um. Eg sá bara eina seriu hjá einum av Jersey, og hon var rættiliga góð, so eg veit slettis ikki, hvat eg skal svara, segði Høgni Øster.