Teis og Follo fingu eitt stig við sær úr Oslo

Follo er nú triðfremst í næstbestu norsku hondbóltsdeildini

Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í Follo leiktu fyrr í dag javnleik 27-27 móti Oslo Studentunum í útidysti í næstbestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Oslo var á odda 17-13 í steðginum. Tá 44 minuttir vóru leiktir hevði Follo javnað til 20-20, og eftir tað leikaði tað javnt á. 

 

Teis skoraði tvey mál fyri Follo hesaferð.

 

Follo er triðfremst í deildini við 13 stigum. Trý stig eru upp til oddaliðið, Viking TIF.

 

Follo spælir aftur 23. november. Tá taka Teis og liðfelagarnir móti Nøtterøy á heimavølli.