Teis og Sjúrður í oddinum

Tønder eru enn ósigraðir í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Tað gongur væl hjá føroyingaliðnum, Tønder sum er ósigrað við fimm stigum í trimum teimum fyrstu dystunum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Tønder vann greiðan 35-28 heimasigur á FIF fyrr í dag. Í steðginum var Tønder á odda 16-13. Teis Horn Rasmussen skoraði fimm mál og Sjúrður Olsen skoraði eitt mál fyri Tønder. 

 

Tønder er einsamalt oddalið við fimm stigum. Komandi fríggjakvøld spælir Tønder móti Midtjyllandi á útivølli.

 

Leivur Mortensen skoraði fýra mál, tá lið hansara, Odder vann 28-25 á Vendsyssel á heimavøllli. Í steðginum var Vendsyssel á odda 11-9.

 

Odder er nummar fimm í deildini við fýra stigum, bert eitt stig aftanfyri Tønder. Sunnudagin 26. september spælir Odder á útivølli móti Roskilde.

 

Liðið hjá Brandi Halgirssyni, Ajax Keypmannahavn vann á heimavølli 25-23 á Grindsted. Í steðginum var Ajax á odda 14-12.

 

Ajax er nummar tvey í deildini við fýra stigum, bert eitt stig aftanfyri Tønder. Komandi leygardag spælir Ajax á útivølli móti HEI Skæring.