Teistin er givin at sigla

Seinnapartin í dag lýstu Strandfaraskip Landsins við, at Teistin siglir eina løtu aftrat í kvøld, men nú er hetta broytt, soleiðis at Teistin er givin at sigla.

Strandfaraskip Landsins boðaðu seinnapartin í dag frá, at avlýsingar fóru at verða á farleiðini um Skopunarfjørð seinni í kvøld.

 

Sagt varð, at fyri verður verður seinasti túrur úr Skopun í kvøld klokkan 20.40 - og av Gomlurætt aftur klokkan 21.20.

 

Men, nú er alt hetta broytt, tí líkindini eru verri, enn áður hildið. 

 

Eftir túrin av Gomlurætt klokkan 17.20 í dag, er Teistin nú givin at sigla fyri veður. 

 

Tað er brim í Skopun, og líkindini á hesum seinasta túrinum av Gomlurætt í dag vóru vánalig.