Teistin sparir 17 prosent av oljuni

- Teistin kann leggja um til hybrid, men tað er upp til politiska myndugleikan, nær tað verður, sigur Jóhan Petur Abrahamsen á sjódeildini hjá Strandferðsluni.

 

 

- Tá orkuverkið á Teistanum skuldi skiftast í 2013, varð tosað um hybrid-loysnir, men tá vóru hesar mest á royndarstigi á landi. Kortini varð hædd tikin fyri hesum møguleika við skipinum.

Tað sigur Jóhan Petur Abrahamsen, leiðari á sjódeildini hjá Strandfaraskipum Landsins og rakstrarleiðari hjá stovninum, við serblaðið um vinnu, sum var í VikuskiftisSosialinum fríggjadagin.

Hann vísir á, at tá orkuverkið í Teistanum varð skift, var tað serliga trygdin, sum lá fremst í huganum - og ikki orkusparingin. Men, hann ásannar kortini, at skiftið eisini hevur havt nakrar sparingar við sær, sum sjálvsagt er vert at taka við.

Jóhan Petur Abrahamsen vísir á, at Teistin varð bygdur í 2001 við teirri skipan, sum verður rópt diesel-elektriskt. - Men, tað vísti seg skjótt, at orkuverkið var í minna lagi, eins og generator-settini ikki kláraðu at geva tað, tey ætlandi skuldu klára.

- Upprunaliga hevði Teistin trý generatorsett, sum góvu umleið 450 kW hvørt.

Í 2013 varð so gjørt av at skifta orkuverkið á Teistanum út. Nógvar kanningar vórðu gjørdar, og longu tá var frammi um hybrid-loysnir, tó mest á royndarstigi á landi. - Men, tá orkuverkið varð skift, varð eisini hædd tikin fyri hybrid-møguleikanum, sigur hann.

Jóhan Petur Abrahamsen vísir á, at í 2013 vórðu tískil fimm generatorsett á 430 kW sett í skipið. Harumframt fekk Teistin frekvensumformarar, sum kundu broytast til eisini at kunna virka saman við einari battarí-skipan.

- Men, tíverri eru pengar ongantíð settir av til at fara víðari við hybrid-loysnini, tó at grundarlagið er lagt til at gera Teistan grønari, enn hann er í dag.

Leiðarin fyri sjóleiðunum hjá Strandfaraskipum Landsins sigur, at skiftingin av orkuverkinum hevur havt eina sparing í oljunýtsluni á eini 17 prosent samanborið við oljunýtsluna við gamla orkuverkinum.

Men, nær kann so væntast at farið verður víðari við hybrid-loysnini umborð á Teistanum?

- Hetta verður helst upp til politiska myndugleikan at avgera. Umleggingin fer at kosta nakrar miljónir, men eg ivist onga løtu í, at ein hybrid-skipan hevði minkað enn meira um oljunýtsluna hjá skipinum, sigur Jóhan Petur Abrahamsen.

##med2##

Wavefoil-skipanin, sum varð sett í Teistan í fjør, hevur higartil roynst væl, og skipið er vorðið fastari í sjónum nú. Jóhan Petur Abrahamsen sigur, at síðan Teistin fekk skipanina, hevur tað eisini víst seg, at oljunýtslan hevur verið heldur minni enn áður.