Teit er aftur á vøllinum

1.DEILD: HB vann í kvøld stórsigur í Runavík

Fótbóltssøgurnar hjá NSÍ hava higartil í ár ikki verið so hugaligar. Í kvøld var einki undantak, tá ið næstbesta liðið hjá NSÍ hevði vitjan av HB. Gestirnir fóru undir aftur Tangafjørð við 5-0 sigri eftir 2-0 í fyrra hálvleiki.

 

Úrslitið ber við sær, at HB hevur 12 stig fyri 10 dystir og er á sjeynda plássi, og at NSÍ er næstaftast við 7 stigum fyri 10 dystir.

 

Gilli Róason skoraði bæði málini í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki skoraðu Klayver Do Nascimento til 3-0 og Leivur F. Guttesen til 5-0.

 

Serliga merkisvert og hugaligt var tað, at Teit Jacobsen varð skiftur inn, tá ið tað restaði ein hálvur tími, og at hann skoraði 4-0 málið. Sera evnaríki 24 ára gamli Teit Jacobsen hevur áður roynt seg uttanlands, men álvarsligir skaðar vóru orsøk til, at hann gavst uttanlands og flutti aftur til Føroya. Í SønderjyskE var hann óheppin at slíta krossbandið, og soleiðis var tað eisini, tá ið hann fyrireikaði seg til at umboða barndómsfelagið HB.

 

Í kvøld var hann fyrsta hálva tíman á vøllinum í fleiri ár, og hjá honum og HB var tað hugaligt, at máltevinum vísti seg einki at bila. Um 24 ára gamli Teit Jacobsen aftur fer at megna at luttaka á hægsta støði er ikki greitt enn.