Teitur dømdur sekur í neyðtøku

Føroyska realitystjørnan í Danmark, Teitur Skoubo, er í morgun dømdur sekur í at hava neyðtikið eina 25 ára gamla kvinnu í Odense í november – hann er nú varðhaldsfongslaður

 

Tað hevur rætturin í Odense gjørt av í morgun.

Hann er dømur 2 ár 6 mánaðir í fongsul og skal gjalda kvinnuni 100.000 krónur í endurgjaldi.

 

Dómarin og tveir dómsmenn løgdu dent á, at talan var um eina kontaktneyðtøku av einum alment kendum persóni, sum átti at verið eini fyrimynd.

 

Teitur Skoubo kærdi dómin á staðnum.

 

Ákærin krævdi varðhaldsfongsling av Teiti Skoubo. Og hann er nú varðhaldsfongslaður, tí dómurin er meira enn tvey ár.

 

Teitur Skoubo er millum annað kendur sum vinnari av realitysendingini »Paradise Hotel« í 2019 og hevur umleið 138.000 fylgjarar á Instagram.

 

/ritzau/