Teitur: Ein misjavnur dystur hjá ÍF

(Rás2) Hoyr Teit Eliasen hjá ÍF taka samanum avrikið í 3-1 sigrinum hjá ÍF ímóti Mjølnir

ÍF er nú rættiliga greitt oddalið í meistaradeildini hjá monnum, og Mjølnir og Fleyr kapprenna um seinna FM-finaluplássið. Tað er greitt aftaná úrslitini í dag.

 

Í Gundadalshøllini í Havn vann Fleyr ein greiðan 3-0 sigur á SÍ. Settmunurin var 25-15, 25-9 og 25-8. Fleyr vann dystin uppá bara 37 minuttir.

 

Munandi meira spennandi var norðuri í Klaksvík, har ÍF vann 3-1 á Mjølnir í Badmintonhøllini. ÍF vann fyrsta sett greitt 25-14, men so Mjølnir sterkt aftur og vann 25-22 í øðrum setti. Í triðja settinum reið um snarið, og ÍF fekk knógvað settið heim 25-23. Tað var ikki minni spennandi í fjórða settinum, sum ÍF vann 26-24.

 

Støðan aftaná 13 umfør er, at ÍF er oddalið við 27 stigum. Mjølnir er nummar tvey við 23 stigum og Fleyr er nummar trý við 21 stigum. SÍ er aftast við sjey stigum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna frásøgumaðurin hjá Rás2, Óli G. Samuelsen gjørdi við 19 ára gamla Teit Eliasen hjá ÍF aftaná dystin.

 

Teitur Eliasen heldur, at tað koyrdi í bylgjum hjá ÍF, har tað gekk við og gekk ímóti. Fyrsta settið var framúr hjá ÍF, men so mistu teir takið í øðrum setti sum Mjølnir vann. Tað gekk misjavnt í triðja og fjórða setti, men eydnan var ÍF blíð, og fuglfirðingar vóru akkurát omaná.

 

Nú hevur Teitur Eliasen sera góðar vónir um, at ÍF verður annað liðið í FM-finaluni. Hann dugir ikki at taka dagar millum Mjølnir og Fleyr hvør av teimum verður omaná í kappingini um hitt FM-finaluplássið. Fyri hann er tað líkamikið um bara ÍF vinnur seg í FM-finaluna. 

 

Samrøðan Óli G. Samuelsen hevði við Thorvald Danielsen, venjara hjá Mjølnir kann hoyrast HER

 

Frásøgnin hjá Óla G. Samuelsen av teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum, og viðmerkingarnar og samanumtøkan hjá viðmerkjaranum, Odd Eliasen hoyrast HER