Teitur fingið kongligan heiður

Heindrikkur prinsur fyllir 80 og í tí sambandi heiðraði hann Teit

Ein av okkara fremstu tónleikarum, Teitur, hevur nú fingið kongligan heiður.

Tann 11. juni fyllir heindrikkur prinsur í Danmark 80 ár og hetta høvi nýtir hann til at heiðra listafólk, sum serliga hava gjørt vart við seg.

Og í hesum sambandi hevur eisini Teitur fingið kongligan heiður og heiðursbræv frá Heindrikki prinsi.

- Eg eri ógvuliga stoltur av at hava fingið hendan heiður, sigur Teitur á heimasíðu síni, haðani myndin eisini er.

Tað er Teitur ytst høgrumegin. Hini sum fingu kongligan heiður í dag, eru leikstjórin, Thomas Vinterberg, vísindamaðurn, Thomas Skov og sjónleikarin, Danica Curcic.

Heindrikkur prinsur fyllir 80 og í tí sambandi heiðraði hann Teit

Ein av okkara fremstu tónleikarum, Teitur, hevur nú fingið kongligan heiður

Tann 11. juni fyllir heindrikkur prinsur í Danmark 80 ár og hetta høvi nýtir hann til at heiðra listafólk, sum serliga hava gjørt vart við seg.

Og í hesum sambandi hevur eisini Teitur fingið kongligan heiður og heiðursbræv frá Heindrikki prinsi.

Eg eri ógvuliga stoltur av at hava fingið hendan heiður, sigur Teitur á heimasíðu síni, haðani myndin eisini er.