Teitur helt seg hava bjargað

HB málverjin vil ikki gera fleiri viðmerkingar um skálamálið, enn at hann helt seg hava bjargað, og at bólturin tískil ikki var innanfyri málstrikuna

Tað endaði 1-1 á Skála. Í HB kenna teir seg eftir leikliga avrikið at hava mist tvey stig, meðan teir á Skála kenna seg at hava vunnið eitt stig.

 

- Tá ið hugt verður eftir stigatalvuni, so eru vit nøgdir við eitt stig. Vit vistu væl, at teir fóru at hava bóltin mesta partin av tíðini, og tað passaði væl hjá okkum, at tað framvegis var málleyst, tá ið vit fóru at hvíla okkum. Teir skoraðu eftir ein tíma, og tá vístu okkara menn sera góðan hugburð. Teir stríddust fyri hvørjum einasta bólti, og tað var sera hugaligt, at innskifti Martin Johansen legði upp, og at elsti maður skoraði málið, sum bar eitt stig við sær, sigur Skála venjarin Michael Bjørn Nielsen í samrøðu við Hera Simonsen í FM1.

 

Teitur Matras Gestsson er málverji og liðformaður hjá HB. Hann harmast um, at tað ikki eydnaðist honum og hansara monnum at vinna øll stigini á Skála í dag. Tað endaði 1-1, men HB málverjin heldur ikki, at tað var mál, tá ið dómarin bríkslaði fyri 1-1 málinum.

 

-Eg bjargaði, og so fari eg ikki at seta fleiri orð á hatta. Vit endurtaka tað, sum vit søgdu eftir tapið í Klaksvík. Tað er, at nú ræður tað um at fokusera á næsta dystin. Hann verður steypadysturin mikukvøldið á heimavølli ímóti AB, og so landskappingardysturin leygarkvøldið á heimavølli ímóti 07 Vestur, sigur Teitur Matras Gestsson.