##med2##
Dramatiska Europa League finalan millum Manchester United og Villareal, Champions League finalan millum Chelsea og Manchester City í annaðkvøld, og fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið vóru evnini tá Teitur Joensen kom á gátt hjá Tróndi Arge í Fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin í dag. Teitur fekk eisini í dag spurningar frá lurtarunum.
Hetta vikuskiftið verða tríggjar fjórðingsfinalur leiktar í kappingini um løgmanssteypið. Teitur metir NSÍ vera stóran favoritt á heimavølli móti 07 Vestur. Hann gevur Víkingi og B36 favorittleiklutin á útivølli móti ÍF og EB/Streymi, men langt frá í sama mun sum í førinum hjá NSÍ.
Fríggjakvøldið klokkan 19: NSÍ-07 Vestur (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
Leygardagin klokkan 15: EB/Streymur-B36 (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
Sunnudagin klokkan 15: ÍF-Víkingur (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
Tróndur Arge verður frásøgumaður fríggjakvøldið og sunnudagin, og Petur Asbjørn Lervig verður frásøgumaður leygardagin.