Teitur Skoubo sleppur ikki úr fongslinum

Landsrætturin hevur staðfest avgerðina hjá rættinum í Odense mikudagin um, at Teitur Skoubo skal varðhaldsfongslast. Verjin ætlar at fáa málið í hægstarætt.

 

Føroyska realitystjørnan í Danmark, Teitur Skoubo, varð mikudagin dømdur 2 ár og 6 mánaðir í fongsul fyri neyðtøku. Tann dómin kærdi hann alt fyri eitt til landsrættin. Men ákærin kravdi samstundis, at Teitur Skoubo skal varðhaldsfongslast, til málið kemur fyri í landsrættinum, og hesum eftirlíkaði rætturin. Ta avgerðina kærdi verjin hjá Teiti eisini. Men í morgun hevur landsrætturin staðfest avgerðina hjá rættinum í Odense.

Og nú ætlar verjin sær víðari við málinum til hægstarætt

 

Ekstrabladet skrivar, at verjin hevur sent umsókn til procesbevillingsnævnet – tað er nevnd, sum ger av, um mál skulu kunna leggjast fyri hægstarætt – um at royna málið í hægstarætti.

Hann hevur sent Ekstra Bladet soljóðandi teldupost:

 

 

 

»Teitur Skoubo blev varetægtsfængslet ved afsigelsen af dommen, med begrundelsen, at løsladelse af ham ville krænke retsfølelsen i befolkningen.

 

Jeg har dags dato taget initiativ til at ansøge Procesbevillingsnævnet, om tilladelse til at indbringe landsrettens kendelse for Højesteret, idet jeg ikke er enig i retten i Odenses samt landsrettens kendelser.

 

Det har været bredt, offentligt kendt, idet Teitur Skoubo er en kendt, offentlig person, at han har været på fri fod, siden Østre Landsret omgjorde byrettens kendelse om varetægtsfængsling efter Grundlovsforhøret i sagen.

 

Derfor vil det ikke kunne krænke retsfølelsen i befolkningen, at han er på fri fod, og derfor skal han løslades,« skrivar verjin hjá Teiti Skoubo, Rasmus Sølberg.