Teitur vann 20.000 krónur í Gekkinum

- Eg byrjaði við ongum, so eg royni einaferð aftrat.

- Hetta er fínasta slag, segði ein vælnøgdur Teitur Fossaberg, sum takkaði fyri vinningin í kvøld.

Tað var Teitur Fossaberg í Havn, sum fekk fulla plátu í gekka-spælinum í kvøld og slapp at snara hjólinum.

 

Høvuðsvinningurin var á 250.000 krónur, sum hann valdi at deila í teir tríggjar leyparnar við 85.000 krónum í hvørjum leypi.

 

Í fyrstu royndini steðgaði hjólið á 20.000 krónum. Teitur ivaðist eina pinkulítla løtu, men helt, at hann fór at royna einaferð aftrat.

 

Í aðru royndini steðgaði hjólið á 10.000 krónum. Nú hevði hann ein møguleika eftir, og tann møguleikan brúkti hann sjálvsagt.

 

- Eg byrjaði við ongum, so eg royni einaferð aftrat, segði hann.

 

Í triðju og seinastu royndini steðgaði hjólið aftur á 20.000 krónum - ella, har hann byrjaði.

 

- Hetta er fínasta slag, segði ein vælnøgdur Teitur Fossaberg, sum takkaði fyri vinningin í kvøld.

 

- Hetta er fínasta slag, segði ein vælnøgdur Teitur Fossaberg, sum takkaði fyri vinningin í kvøld.