Tekin um sensur eftir mótmæli í Kina

Tað eru í dag fleiri tekin um sensur frá kinesiska ríkinum av teimum mótmælum, sum um vikuskiftið vóru í Kina.

 

Myndir: Thomas Peter/Reuters/Ritzau Scanpix

Um tú leitaði upp á orð í sambandi við mótmælini á fleiri kinesiskum sosialum miðlum, so fanst tú millum lítið og einki um hendingarnar seinastu dagarnar.

Í Beijing og Shanghai vóru nógv fólk savnað, sum vildu hava meira politiskt frælsi og enda á koronastongslum.

Eisini í øðrum býum vóru fráboðanir um mótmælistiltøk. Løgregla og mótmælisfólk rendu saman fleiri staðnis.

Á kinesiska Weibo, sum minnir um Twitter, var annars sambært AFP einki at síggja til mótmælini, um tú leitaði eftir Liangma-ánni, har mótmæli vóru í Beijing.

Heldur ikki um tú leitaði eftir navninum á vegnum í Shanghai, har mótmæli vóru, kom nakað fram um hendingarnar.

/ritzau/AFP

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

Myndir: Thomas Peter/Reuters/Ritzau Scanpix